Játtanir til høvuðsøki 2
Sjey játtanir vóru latnar av høvuðsøki 2 í fyrsta játtanarumfari. Hetta varð almannakunngjørt 19. desember 2014.
Seks játtanir vóru latnar av høvuðsøki 2 í øðrum játtanarumfari. Hetta varð almannakunngjørt 17. desember 2015.
Ein játtan varð latin av høvuðsøki 2 í triðja játtanarumfari. Hetta varð almannakunngjørt 19. desember 2016.
Tvær játtanir vóru latnar av høvuðsøki 2 í fjórða játtanarumfari. Hetta varð almannakunngjørt 11. desember 2017.
Fimm játtanir vóru latnar av høvuðsøki 2 í fimta og seinasta játtanarumfari. Hetta varð almannakunngjørt 11. desember 2019.
Heilsa sum sosialt fyribrigdi
Poula Patursson, M.Sc. í føðslu, 986.305 kr. til eina ph.d. verkætlan á Landssjúkrahúsinum um føðslutrot hjá skurðsjúklingum í Føroyum. 2014
Anna Sofía Fjallheim, ph.d. lesandi á Sjúkrarøktarfrøðideildini á Fróðskaparsetrinum, 569.596 kr. til eina ph.d. verkætlan um at staðfesta føðitunglyndi. 2014
Kristianna Dam frá Sjúkrarøktarfrøðideildini á Fróðskaparsetrinum, 312.638 kr. til eina verkætlan um lívsfatanina hjá ungum, sum eru uppvaksin við sálarsjúkum foreldrum. 2015
Marin Strøm, ph.d., granskari frá Megindeildini fyri Náttúru- og heilsuvísindi á Fróðskaparsetrinum, 536.736 kr. til eina verkætlan um sambandið millum kost og rørslu hjá føroyskum tannáringum og sosiobúskaparligu og heilsuligu støðuna hjá familjuni. 2015
Heilsa sum medisinskt fyribrigdi
Gunnhild Helmsdal, lækni á Landssjúkrahúsinum, 1.209.051. kr. til eina ph.d.-verkætlan um útbreiðslu og ávirkan av meningitis í einum einsháttaðum samfelagi. 2014
Hendan verkætlanin steðgaði, og mesti stuðulin fall aftur til grunnin.
Amanda Gratton Vang, ph.d., granskari í biomedisini á Landssjúkrahúsinum og Granskarasetrinum iNOVA, 890.171 kr. til at granska ávirkan á immunverjuna hjá einum ávísum bólki av giktsjúklingum. 2014
Ein partur av stuðlinum fall aftur til grunnin.
Thomas Rosenberg og Elin Holm, serlæknar í eygnasjúkum á Landssjúkrahúsinum, 313.360 kr. til at granska grønstar í Føroyum. 2014
Shahin Gaini, ph.d., serlækni frá Medisinska Deplinum á Landssjúkrahúsinum, 318.536 kr. til eina verkætlan at kanna immunverjuna hjá sjúklingum við blóðeitran (sepsis), har bakteriur eru funnar í blóðnum. Verkætlanin kallast BiFaSeps (Biomarkers-Faroeislands-Sepsis-Study). 2015
Hendan verkætlanin steðgaði, og mesti stuðulin fall aftur til grunnin.
Maria Skaalum Petersen, ph.d., granskari á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, 667.421 kr. til eina verkætlan um genetisku orsøkirnar til Alzheimers sjúku í Føroyum. 2015
Turid Hammer frá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, 1.217.022 kr. til eina ph.d.-verkætlan um tarmbrunasjúkur í Føroyum. 2015
Maria Skaalum Petersen, ph.d., granskari á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fróðskaparsetrinum, kr. 851.734 til eina verkætlan um mikrobiom og Parkinsons sjúku. 2019
Turið Hammer, ph.d., granskari frá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, kr. 828.856 til verkætlan um grundir til og kostnað av høga títtleikanum av tarmbrunasjúkum í Føroyum. 2019
Eina H. Eliasen frá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fróðskaparsetrinum, kr. 1.076.896 til eina ph.d.-verkætlan um heilsustøðuna hjá sjeyti og áttati ára gomlum føroyingum. 2019
Hjartasjúkur
Magni Mohr, ph.d., lektari og granskari á Deplinum fyri Heilsu og Almannagransking á Fróðskaparsetrinum, 446.200 kr. til at granska heilsufremjandi árin av rørslufótbólti hjá kvinnuligum og mannligum sjúklingum, ið eru í vanda fyri at fáa diabetes 2. 2014
Katrin Eivindardóttir Danielsen, ph.d., atknýttur granskari á Landssjúkrahúsinum, 953.715 kr. til verkætlan at fyribyrgja hjartasjúkur við neyvari skreening av nýføðingum. 2017
Jacobina Kristiansen frá Fróðskaparsetrinum og Landssjúkrahúsinum, kr. 816.745 til eina ph.d.-verkætlan um ávirkan av langtíðarvenjing á blóðstorknan hjá sjúklingum við hjartaæðrasjúku. 2019
Sjúrður F. Olsen, ph.d. og dr.med., atknýttur professari á Fróðskaparsetrinum, kr. 398.648 til verkætlan, sum fevnir um skeiðið frá føðing til ellisár: Íløga í granskingartilfeingi til at lýsa heilsu hjá føroyingum frá millumkrígsárunum. 2019
Krabbamein
Noomi O. Gregersen, ph.d. og granskingarleiðari fyri Fargen á Ílegusavninum, 567.000 kr. til verkætlan at kanna, um tað finnast serligir føroyskir variantar av bróstkrabbagenum. 2016
Maria Skaalum Petersen, ph.d.,lektari á Deplinum fyri Heilsu og Almannagransking á Fróðskaparsetrinum. 1.120.010 kr. til ph.d.-verkætlan við kortlegging og greining av krabbameinstilburðum í Føroyum. 2017
Marnar Fríðheim Kristiansen verð settur sum ph.d.-lesandi í hesi verkætlanini.
Sálarfrøðilig heilsa
Sanne Storm, ph.d. í musikkterapi, frá Psykiatriska Deplinum á Landssjúkraúsinum, 1.499.016 mió. kr. til eina verkætlan um at geva skjóta viðgerð móti angist og tunglyndi eftir føðing í Føroyum. 2014
Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, ph.d., og granskingarleiðari fyri Fargen á Ílegusavninum, 184.223 kr. til eina verkætlan um at eyðmerkja og greina genetisk frávik í Føroyum, sum økja vanda fyri at fáa panikkangist. 2015