Widening Participation and Strengthening the European Research Area
Widening-skráin kann býtast í tvey arbeiðsøki, sum ávíkavíst snúgva seg um at "økja um luttøku og spjaða dygd" (Widening particiaption and spreading excellence) og at "endurskapa og styrkja evropeisku skipanina kring gransking og nýskapan" (Reforming and Enhancing the European R&I system). Í felag skulu hesi arbeiðsøki hjálpa Widening-londunum at fáa sum mest burtur úr innan gransking, menning og nýskapan, og styrkja og menna Evropeiska Granskingarøkið (ERA), har granskarar, vísindi og tøkni eru í fríari umferð.
Evropeiska Granskingarøkið ella European Research Area (ERA) er landafrøðiliga avmarkingin við londum í Evropa og atlimalondum í Horizon Europe.
Ein partur í seinna arbeiðsøkinum (Reforming and Enhancing the European R&I system) fer at hava dent á at byggja upp t.d. universitet og granskingarøkir.
NCP-netverkið hevur gjørt faldara, sum lýsir komandi møguleikarnar fyri tað, sum æt Science with and for Society (SwafS), og hvar tey kunnu vera í Horizon Europe skránni. Faldarin kann takast niður her