Sissal M. Rasmussen faldari 2019.PNG
Skriva út
Lagt út: 08.05.2019

Nýggj vitan skal menna málið hjá børnum

Stórur munur er á, hvussu nógv orð 2 ára gomul børn duga. Summi duga 50 orð, onnur 600.

Tað er ein av niðurstøðunum í eini ph.d. verkætlan um málmenning hjá føroyskum børnum, sum Sissal M. Rasmussen er komin væl áleiðis við.

Hon hevur kannað, hvussu 0-3 ára gomul føroysk børn læra málið.

- Eingin hevur fyrr granskað, hvussu føroysk smábørn læra seg fyrstu orðini. Ofta verður sagt, at Føroyar eru eitt javnt samfelag og tí kundu vit kanska væntað, at føroysk børn vóru meira jøvn málsliga enn børn í øðrum londum, men tað vísir seg, at eins stórur munur er á føroyskum børnum, sum til dømis børnum í USA, sigur hon.

- Vit hava nú millum annað fingið vitan um, hvørji orð børn læra fyrst, hvørji ljóðlig eyðkenni eru við orðunum,  og hvussu lutfallið er millum navnorð og sagnorð.

Málsligu førleikarnir hjá teimum yngstu børnunum hava stóran týdning fyri, hvussu tey klára seg seinni í lívinum.

- Tey børnini, ið bert duga fá orð, hava torført við at siga frá sínum ynskjum og tørvum, og væntandi málsligi førleikin kann ávirka tey sosialt og fakliga gjøgnum lívið.

- At børn læra at tosa væl tíðliga, hevur serliga stóran týdning fyri, hvussu væl tey læra at lesa. Og at duga væl at lesa er ógvuliga umráðandi fyri at klára seg í samfelagnum.

Sissal hevur enn ikki kannað, hvussu børn yvir 3 ár eru fyri málsliga. Men gransking aðrastaðni vísir, at  munurin á málsliga førleikanum heldur á og økist, jú eldri børnini gerast.

- Um børnini ikki læra málið nóg væl, tá tey eru smá, er tað ógvuliga trupult at innheinta tað. Men tíbetur ber væl til at menna málið hjá børnunum, um átøk verða sett í verk tíðliga, sigur hon.

Kortleggja orðfeingið hjá tí einstaka

Sissal hevur grundað á sína gransking ment ein norm fyri, hvussu nógv orð føroysk børn duga í miðal, tá tey eru millum 8 mánaðir og 3 ár.

Normurin kann kortleggja orðfeingið hjá tí einstaka barninum. Tað gevur teimum, sum eru um barnið, eina vitan, ið tey kunnu brúka til at stimbra málførleikan hjá barninum.

- Vit hava nú fingið granskingargrundaða vitan um, hvussu føroysk børn læra málið, sum vit ikki hava havt fyrr. Tað hevur stóran týdning, at nýggja vitanin verður miðlað til foreldur, námsfrøðingar og onnur, ið eru um børnini, sigur hon.

---

Greinin er í styttari útgávu í faldaranum Gransking skapar framburð