5. flokkur í Eysturskúlanum fekk heiðurin sum Ársins Vitanarfróðu 2017
Fyri løtu síðani varð vinnarin av kappingini Ársins Vitanarfróðu avdúkaður. Hetta var á Vísindavøkuni, sum er í Perluni og Reinsarínum í dag.
Vinnaraflokkurin var 5. flokkur í Eysturskúlanum, sum hevur kannað, hvørt tað er neyðugt at brúka sápu.
Flokkurin fekk handað heiðursbræv og fær harumframt 5.000 kr. og eina útferð saman við tveimum granskarum.
Tveir aðrir flokkar luttóku i kappingini, 7. flokkur í Eysturskúlanum og elsti bólkur í Frískúlanum í Havn. Teir fingu eisini heiðursbræv sum takk fyri luttøku.
Til ber at síggja handanina á Facebook síðuni hjá Granskingarráðnum her
Røðan, sum Annika Sølvará helt, kann eisini lesast niðanfyri:
"Nám og Granskingarráðið hava á fyrsta sinni skipað fyri kappingini Ársins Vitanarfróðu, sum er kapping fyri skúlaflokkar. Kappingin er skipað við íblástri og loyvi frá norsku kappingini Årets Nysgjerrigper, sum hevur verið skipað í fleiri ár. Endamálið er at fáa skúlanæmingar at royna seg við einum arbeiðshátti, sum líkist honum hjá vaksnum granskarum.
Arbeiðshátturin er í seks stigum:
1. Hetta undrist eg á
2. Hví er tað so
3. Legg eina ætlan
4. Savna upplýsingar
5. Hetta eri eg komin fram til
6. Sig øðrum frá
Hesa arbeiðsgongdina skulu teir skjalprógva í eini frágreiðing, sum skuldi latast Granskingarráðnum í seinasta lagi 21. september.
3 flokkar sendu okkum frágreiðingar. Hetta halda vit er gott, tí hugskotið og innbjóðingin kom so seint, at freistin var lutfalsliga stutt.
Hesir flokkarnir eru:
Elsti flokkurin í Frískulanum í Havn (5. og 6. flokkur) við frágreiðing um matvanar hjá børnum í dag samanborið við hjá børnum fyri umleið 30 árum síðani.
5. flokkur í Eysturskúlanum við frágreiðing um, hvørt tað er neyðugt at brúka sápu
7. flokkur í Eysturskúlanum vð frágreiðingum um elektrisitetsnýtslu hjá gentum og dreingjum v.m.
Ein dómsnevnd við 4 umboðum hevur lisið frágreiðingarnar. Hesi eru Fríða Poulsen Eysturoy, lærari, Firouz Gaini, granskari, Karina Toftegaard, ritstjóri, og Annika Sølvará vegna Granskingarráðið.
Vit eru samd um, at allar frágreiðingarnar eru góðar. Flokkarnir hava lagt nógv arbeiði í frágreiðingarnar og hava duga væl at brúka arbeiðsháttin.
Eftir at hava mett um ymsu frágreiðingarnar, samdist nevndin um ein vinnara. Nevndin helt, at hesin flokkurin hevði valt eitt passaliga avmarkað evni. Hugskotið var gott, og arbeiðið sá út til at vera samanhangandi. Nevndin helt eisini, at arbeiðið var kreativt og væl miðlað.
Flokkurin, sum kann kalla seg Ársins Vitanarfróðu er 5. flokkur í Eysturskúlanum.
Tit hava umframt heiðurin vunnið 5.000 kr. til flokkin og ein túr saman við granskarum, sum vit fara at leggja til rættis í felag."