Cluster 4 - Talgilding, ídnaður og rúmdin
Cluster 4 - Digital, Industry and Space - miðar eftir at fremja ta yvirskipaðu visjónina um eitt Evropa, ið myndar kappingarføra og álítandi tøkni til ein evropeiskan ídnað við altjóða leiðslu innan lyklaøki gjøgnum framleiðslu og nýtslu við virðing fyri jarðarinnar avmarkingum, samstundis sum ágóðin fyri samfelagið alt verður øktur mest møguligt á sosialu, búskaparligu eins og landafrøðiligu økjunum í Evropa.
Í sambandi við grøna skiftið og talgilda skiftið standa stórir møguleikar fyri durum í Evropa. Lagt er upp til at taka leiðsluna bæði tøkniliga og ídnaðarliga.
Umsóknir til Cluster 4 kunnu sendast til seks ymiskar undirbólkar (destinations):
1) Climate neutral, Circular and Digitised Production ella bara TWIN-TRANSITION
Altjóða leiðsla í reinari orku og veðurlagsnevtralum virðisketum, ringbúskapur og veðurlagsnevtralar talgildar skipanir og undirstøðukervi gjøgnum nýskapandi framleiðslu, nýggj handilsmodel, sustainable-by-design tilfar og tøkni eins og grøn talgild tøkni, sum skulu leggja lunnar undir skiftið burtur frá CO2 í øllum ídnaðargeirum við munandi útláti.
2) A Digitised, Resource-efficient and Resilient Industry ella bara RESILIENCE
Ídnaðarleiðsla og økt sjálvbjargni innan veiting av strategiskt týdningarmiklum virðisketum og rávørum, sum skal tryggjast gjøgnum slóðbrótandi tøkni í ídnaðarligum samgongum, dynamiskar ídnaðarligar nýskapanarvistskipanir og framkomnar loysnir til eftirgerð, skynsama gagnnýtslu av tilfeingi og orku, munadygga endurnýtslu og endurvinning og reina frumframleiðslu av rávørum, umframt leiðslu innan ringbúskap.
3) World-leading Data and Computing Technologies ella bara DATA
Einaræði innan talgilda tøkni og framtíðartøkni gjøgnum evropeiska førleikamenning á lyklaøkjum innan talgildar og framtíðarveitingarketur, sum skal gera tað skjótt og lætt at lofta bráðfeingistørvi, og gjøgnum framfýsna menning og ídnaðarliga tilgongd av nýggjari tøkni.
4) Digital and Emerging Technologies for competitiveness, fit for the Green Deal ella bara DIGITAL-EMERGING
Altjóða lokkandi, tryggur og dynamiskur, dátufimur búskapur gjøgnum menning og tilgongd av næsta ættarliði av teldu- og dátutøkni og undirstøðukervi, ið slóða fyri evropeiska innanmarknaðinum fyri dátur við samsvarandi dáturúmum og eini álítandi AI-vistskipan.
5) Open Strategic Autonomy in developing, deploying and using global Space-based Infrastructures, Services, Applications and Data ella bara SPACE
Opið strategiskt sjálvbjargni innan uppfinning, menning, uppseting og nýtslu av altjóða rúmdarundirstøðukervi, -tænastum, -nýtsluskipanum og -dátum, herundir økja um sjálvstøðugu førleikamenningina í ES viðvíkjandi atgongd til rúmdina, tryggja eginveiting av avgerandi tøkni og útgerð og stimbra kappingarførið í rúmdargeiranum.
6) A Human-centred and Ethical development of Digital and Industrial technologies ella bara HUMAN
Etisk menning av talgildari og ídnaðartøkni við menniskjanum í miðdeplinum og tvívegisluttøku, sum flytir vald yvir til brúkara og verkafólk og stuðlar sosialari nýskapan.
Arbeiðsskráin (work programme 2023-2024) liggur her.
Framløga um Cluster 4 liggur her.