Meting av umsóknum
Granskingarráðið góðskutryggjar umsóknarviðgerðina, m.a. við eini skipan, har tveir serfrøðingar (peers) óheftir av hvørjum øðrum fáa umsóknirnar til fakliga metingar.
Umsóknir, sum lúka formligu krøvini til at søkja stuðul, verða sendar til fakliga meting hjá tveimum óheftum serfrøðingum. Okkurt undantakið verður gjørt, um umsóknin er avmarkað fíggjarliga ella um hon hevur verið mett fyrr. Metararnir fáa saman við umsóknini eitt oyðublað at skriva sína meting á, umframt kunning um krøv og mannagongd, reglur um gegni o.s.fr. Metingin fevnir eisini um granskingaretikk. Spurningin um granskingaretikk taka fyrisitingin og granskingarnevndin eisini støðu til í samlaðu viðgerðini.
Sum oftast biðja vit tveir útlendingar meta hvørja umsókn. Hetta er bæði fyri at fáa onnur eygu á enn okkara egnu, og tí at tað ofta eru so fá við nóg neyvum kunnleika til evnið í Føroyum, og oftast eru tey tá ógegnig í mun til umsøkjaran. Í onkrum einstøkum føri hava vit ein metara í Føroyum, meðan hin er aðra staðni frá.
Metingarnar hjá serfrøðingunum viga nógv í viðgerðini av einstøku umsóknunum. Hóast metingarnar eru ein týdningarmikil liður í viðgerðini, eru tær formliga bara vegleiðandi. Tað kunnu vera serlig viðurskifti í Føroyum, sum útlendskir metarar ikki kenna til, sum granskingarnevndin velur at leggja dent á. Tað er í síðsta enda Faknevndin fyri gransking, sum tekur endaliga støðu til, hvørjar umsóknir skulu stuðlast.
Avgerðin hjá faknevndini verður send umsøkjarunum skrivliga so skjótt sum gjørligt, eftir at avgerð er tikin í málinum. Umsøkjararnir fáa svarið við telduposti. Umsøkjararnir fáa avrit av metingunum saman við brævinum.
Formligar reglur
Allar umsóknir um stuðul til gransking skulu skrivast á enskum.
Metingarskjal til metingarfólk - Assessment form