Postara snarrøður.jpg
Skriva út
Lagt út: 09.09.2020

Snarrøðukappingina 2020 vann Súsanna Poulsen, umhvørvisevnafrøðingur á Umhvørvisstovuni.

Snarrøðukapping 2020

Á Vísindavøkuni tann 6. november kanst tú sum granskari dystast í sonevndari postara-snarrøðukapping. Kappingin snýr seg um heilt stutt at leggja fram innihaldið á einum granskingar-postara. Tiltakið verður skipað soleiðis, at 4-6 granskarar eftir tørni hava hvør sína stutta framløgu, sum skal vera:

  • 150 sekund munnlig framseting

  • við eini mynd á vegginum, sum er avrit av sjálvum postaranum og

  • uttan kjak og spurningar úr salinum

Tú hevur sostatt 2 1/2 minutt at leggja fram tíni úrslit og grundgeva fyri, hví tín gransking er umráðandi, og hví fólk skulu venda sær til tín fyri at fáa meira at vita. Loyvt er ikki at fara út um tíðaravmarkingina.

Vegleiðing

Skotið verður upp, at tú í tíni framløgu leggur út við eini greiðari staðfesting ella niðurstøðu, sum tú síðani undirbyggir. Tað ger einki, um henda útsøgnin er heldur stórorðað, tí hetta er ”húkurin”, sum skal fanga áhoyraran beinanvegin. T.d. ”Heimsins besti XX er at finna í Føroyum” ella ”Føroyingasøga má umskrivast”. Hesin bygnaður er møguliga øðrvísi, enn tú ert von/vanur við í longri framløgum, tá tú byggir upp til eina endaliga niðurstøðu.

Orsakað av tíðaravmarkingini verður mælt til, at tú leggur dent á eina høvuðsniðurstøðu úr tíni gransking. Eisini verður mælt til, at tú fyrireikar tína framløgu væl, so hon hóskar til avmarkaða tíðarbilið. Ven framløguna saman við øðrum, eitt nú starvsfeløgum.

Strangt eftirlit er við tíðini, og tú verður steðgað/ur, tá 2 1/2 minuttir eru farnir. Einki minstamark er fyri, hvussu stutt framløgan skal vera, so ert tú liðug/ur áðrenn tíðina, er tað í lagi.

Eingin tíð er sett av til spurningar ella kjak, men áhoyrararnir verða eggjaðir at tosa við teg, tá postara-snarrøðukappingin er av.

Innihald í framløguni

Ger tað einfalt.

  • Greið frá, hvat tín gransking snýr seg um

  • Greið frá, hvat tú hevur gjørt/gert

  • Greið frá tínum úrslitum, og hví tey eru áhugaverd

Døming

Ein dómsnevnd við trimum umboðum ger av, hvør vinnarin av postara-snarrøðukappingini er. Av tí at henda kappingin leggur dent á at miðla gransking, so vigar sjálv framløgan mest í dømingini, men postarin í sær sjálvum verður eisini tikin við í eina heildarmeting.

Vinningur verður latin fyri bestu postara-snarrøðuna.

Í dómsnevndini eru granskarar og miðlafólk.

Tilmelding

30 minuttir eru settir av til postara-snarrøðukappingina, so pláss er fyri í mesta lagi 6 framløgum. Verða tilmeldingarnar til kappingina fleiri, loyvir fyrireikingarbólkurin til Vísindavøkuna sær at velja millum innkomnu tilmeldingarnar.