Kvøldseta

Vísindavøkan endaði við eini kvøldsetu í iNOVA fríggjakvøldið 25. september kl. 19.30. Á skránni vóru vísindi í álvarsligari og lættari formi. Afturvið fekst okkurt gott at drekka frá Føroya Bjór og eitthvørt salt at bíta í.

Kjak var um møguleikar í fiskivinnuni undir heitinum: Hvussu fáa vit meira burturúr fiskivinnuni?
Seinastu mánaðirnar hevur verið dúgliga tosað um fiskivinnunýskipan, um virðisøking og meirvirkan, men hvat liggur í øllum hesum er ikki so greitt. Spurt varð, um tað ber til at fáa størri virðisøking til fyritøkur og samfelagið við at fáa alt tilfeingið uppá land og tilvirkað í Føroyum. Tveir serfrøðingar komu við sínum boðum uppá onkrar av hesum spurningum, og síðani ffingu áhoyrararnir høvi at kjakast um evnið.

Unn Laksá, ph.d. í politikki og samskifti, segði frá um verkætlanina “Alt í land”, sum hon er partur av. Síðani hugleiddi hon um møguleikarnar fyri at fáa gagnnýtt alt tilfeingið við støði í royndum aðrastaðni.  PDF

Hans Ellefsen, ph.d. í búskaparfrøði, umrøddi hugtakið virðisskapan í mun til útflutningsvirði og framleiðslukostnað. Er eitt høgt útflutningsvirði í sær sjálvum eitt mál ella er tað einans virðisøkingin, sum hevur týdning? Hava samfelagið og fyritøkur mótstríðandi áhugamál ella kunnu hesi ganga upp í eina hægri eind? PDF

Lagt varð upp til kjak við serligum denti á møguleikar fyri gransking og nýskapan.

FC Trón kvinnurnar sungu
Fyri góðum 2 árum síðani byrjaðu fleiri kvinnur at spæla fótbólt og svimja sum liður í eini granskingarverkætlan hjá Magna Mohr. Verkætlanin kallaðist Svim-og-Spæl, stytt SOS. Fyrsta verkætlanin er liðug og úrslitini hava verið bæði nógv og áhugaverd. Nú eru eini 400 fólk, flest kvinnur, farin at spæla heilsufótbólt í átaki, sum er beinleiðis uppfylging av SOS-verkætlanini.

Fleiri av teimum kvinnunum, sum spældu fótbólt í SOS verkætlanini, hava hildið hetta vera so stuttligt og gott, at tær hava stovnað egið fótbóltsfelag, FC Trón. Á Vísindavøkuni komu hesar við onkrum stuðlum at syngja.

Miðlaheiðurslønin 2015
Ársins heiðursløn fyri miðling av gransking varð handað.