Vitanarfróðu Korona Virus
Skriva út
Lagt út: 11.05.2020

Ársins Vitanarfróðu eykaumfar 2020 - Kapping fyri skúlaflokkar

Granskingarráðið og Nám skipa fyri einum eyka umfari av kappingin Ársins Vitanarfróðu 2020.

Vit bjóða øllum næmingum at arbeiða sum Vitanarfróða og Vitanarfróði frá nú og til skúlaárið endar. Freistin at senda tilfar inn til kappingina er 30.06.2020. Tilfarið skal sendast inn við telduposti til gransking@gransking.fo

Soleiðis gera tit

Tit mugu arbeiða saman sum flokkur ella í minsta lagi 5 næmingar. Tit kunnu granska okkurt, sum undrar tykkum. Nýtið arbeiðsháttin hjá Vitanarfróða og Vitanarfróðu. Skrivið eina frágreiðing um tykkara gransking og sendið okkum hana.

Tit kunnu granska tað, tit hava hug til og í øllum fakum.

Leistur til frágreiðingina

Tit mugu nýta hetta skjalið til frágreiðingina. Ein lærari má standa á sum kontaktfólk. Minnist til at fylla allar teigarnar út. Tit eru vælkomin at seta nógvar myndir inn í frágreiðingina, har tit halda tað vera hóskandi.

Tað er einki beinleiðis mark fyri, hvussu long frágreiðingin kann vera, men tað er týdningarmikið, at øll stigini í arbeiðsgongdini verða lýst. Sí hvussu Vitanarfróði og Vitanarfróða arbeiða her

Meting av frágreiðingum

Tað eru ein fólkaskúlalærari, ein granskari, eitt umboð fyri Nám og eitt umboð fyri Granskingarráðið, sum fara at lesa allar frágreiðingarnar og at meta um, hvør vinnur.

Vinningar

Allir flokkar, sum luttaka, fáa prógv fyri, at teir hava verið við.

Flokkurin, sum vinnur kappingina, fær virðisløn á 5000 kr., heiðurin at nevna seg Ársins Vitanarfróðu og ein túr í náttúruna við tveimum granskarum at síggja okkurt forvitnisligt.

Vinnarin verður kunngjørdur vð skúlaársbyrjan í august 2020.

Íblástur frá Nysgjerrigper

Ársins Vitanarfróðu er skipað eftir leisti hjá Nysgjerrigper í Noregi. Vit hava gjørt skipanina einfaldari og lagað hana til føroysk viðurskifti. Tørvar tykkum íblástur, ber væl til at fáa tað á síðuni hjá Nysgjerrigper her

Nýtsla av tilfari

Vit tilskila okkum rætt at leggja innkomna tilfarið frá kappingini út á heimasíðu okkara og nýta tað í arbeiðinum annars. Tí biðja vit tykkum vátta í frágreiðingini, at tit geva loyvi til tess.

Tað kann t.d. vera, at vit skriva, hvussu nógvir flokkar hava verið við í kappingini og vísa myndir av flokkinum ella onkra mynd, sum tit hava sett í frágreiðingina. Tað kann eisini vera, at vit fortelja um spurdómarnar ella um onkur av úrslitunum. Tað kann eisini vera annað, sum vit halda er kul ella stuttligt at fortelja. Vit kunnu gera hetta ymsastaðni, t.d. á gransking.fo, á facebooksíðu okkara, í Vísindavøkublaðnum ella í útvarpinum. Tað merkir eisini, at onnur kunnu koma at brúka tilfarið, t.d. fjølmiðlar og aðrir næmingar.

Vit lova, at vit ongantíð fara at nýta hetta tilfarið á nakran neiligan hátt.

Til lærarar

Vegleiðing til lærarar er (á norskum) her