Gransking í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikki í Norðuratlantshavi
Granskingarráðið umsitur eina granskingarskrá um gransking í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikki í Norðuratlantshavi - FASDiNA. Granskingarskráin er fíggjað av fólkatinginum.
Endamálið við granskingarskránni er at skapa økta vitan um uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk í Norðuratlantshavi og at menna samstarvið millum Føroyar, Grønland og Danmark.
Játtanirnar 2023 - 2028 eru - í mió. kr.:
2023 | 2024 | 2025 | 2026 | 2027 | 2028 |
4,0 | 4,0 | 4,0 | 4,0 | 4,0 | 4,0 |
Játtanirnar fyri 2026, 2027 og 2028 eru treytaðar av, at fólkatingið samtykkir fíggjarlógina.
Játtanin er til stuðul til verkætlanir, til netverk og til fyrisiting.
Tvær verkætlanir og fýra greiningarrit hava higartil fingið tilsamans 6,5 mió. kr. í stuðli frá granskingarskránni.