pengar.jpg
Skriva út
Lagt út: 10.02.2017

Stuðul til Horizon umsóknir - ikki virkin

Fyri best at gagnnýta avtaluna við ES um luttøku Føroya í Horizon 2020 og fyri at lætta um hjá stovnum og virkjum í sambandi við umsóknararbeiðið, hevur borið til at søkja stuðul úr Granskingargrunninum til at arbeiða ítøkiliga við umsóknum. Endamálið var at minka nakað um fíggjarligu íløgurnar hjá stovnunum.

Stovnar ella virkir kundu fáa upp til kr. 35.000 endurgoldnar fyri útreiðslur, sum stóðust av arbeiðinum við einari umsókn.  Stuðul kundi verða latin, tá ið fleiri partar luttóku í umsóknini, men ikki til einstaklinga umsóknir. Neyvari ásetingar um, hvussu stuðul kundi fáast, og hvussu hann varð umsitin, eru her.

Horizon 2020 var rammuskráin hjá ES kommisjónini fyri árini 2014-2020. Horizon Europe er nýggja skráin, sum fevnir um árini 2021-2027.

Føroyar hava gjørt avtalu við ES kommisjónina um atlimaskap í Horizon Europe, men í løtuni verður stuðul ikki játtaður til Horizon Europe umsóknir.

National Contact Points - NCParar - veita møguligum umsøkjarum um stuðul frá Horizon Europe kunning og ráðgeving.

Tey, ið hava spurningar í sambandi við umsóknir, kunnu venda sær til Mariu Húsgarð, NCP samskipara, á maria@gransking.fo ella á telefon +298 567802.

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum