ERC
Skriva út
Lagt út: 08.11.2021

European Research Council

Evropeiska Granskingarráðið (ERC) hevur fimm stuðulsskipanir, sum veita stuðul til granskaran alt eftir, hvar á yrkisleiðini viðkomandi er.

ERC veitir stuðul til slóðbrótandi og dygdargóða gransking og leggur doyðin á lívsrenslið hjá granskaranum. Fleiri Nobel prísmóttakarar hava "ERC grant" á sínum lívsrensli.

Stevnan hjá ERC er at leggja lunnar undir dygdargóða gransking í Evropa. Stuðul verður veittur í kapping og latin til gransking innan eitt og hvørt evni og granskingarøki, sum verður avrikað við dygdargóðsku.

Umframt at fíggja gransking, hevur ERC eisini sum mál at styrkja og tillaga evropeisku granskingarskipanirnar. Hetta verður gjørt við hágóðsku javnlíkameting, altjóða avrikaroyndum og dagførdum upplýsingum um, hvør granskari eydnast og hví. Ætlanin er, at henda tilgongdin skal stuðla undir avriksmátingar á universitetum og granskingarstovnum og kveikja áhugan fyri at menna strategiir við tí endamáli at samanbera við onnur og verða virkin altjóða viðspælari.

ERC væntar, at avbjóðingin, sum klókastu høvdini í Evropa fáa í kappingini, fer at fremja nýggj og óvæntað vísindalig og tøknilig gjøgnumbrot, sum fara at verða grundarlag undir nýggjum framsøknum, ídnaði og marknaðum.

Danska Uddannelses- og Forskningsministeriet hevur gjørt faldara um ERC. Faldarin kann takast niður her.

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum