Skráseting sum umsøkjari í Horizon 2020
Participant Identification Code (PIC)
Áðrenn byrjað verður at skriva umsóknina á Participant Portal skal umsøkjari skráseta seg og stovnin/fyritøkuna í skipanini.
Tað kann vera, at stovnurin ella fyritøkan longu er skrásett. Tí verður byrjað við at leita í Benificiary Register. Er stovnurin ella fyrtøkan skrásett har, so framgongur eitt 9 sifra tal, Participant Identification Code (PIC). Tryggja tær, at stovnurin ella fyritøkan enn nýtir hetta talið.
Um stovnurin ella fyritøkan ikki koma fram við leitingini í Benificiary Register, ber til at skráseta seg her
Hetta talið PIC Code verður brúkt, tá ið umsøkjari fer inn á Submission Service. Submission Service kemur fram sum ein grønur knøttur, tá ið útboðið/callið er latið upp.