horizon2020_0.jpg
Skriva út
Lagt út: 10.02.2017

Skráset teg sum metara

Horizon 2020 skrivstovan Research Executive Agency (REA) útvegar áhaldandi nýggjar serfrøðingar og metingarfólk at meta um umsóknir um stuðul til verkætlanir. Tey sóknast serliga eftir kvinnum úr londum, sum ikki eru væl umboðað í verandi dátugrunni við serfrøðingum og metarum. Tørvur er serliga á fólki úr privatu vinnuni. 

Skráset teg sum metara og óheftan serfrøðing í Horizon 2020, og ES-kommisiónin kann eftir tørvi kann heita á teg um at koma til Brussel at meta innkomnar umsóknir um fígging til verkætlanir við stuðli úr Horizon 2020. 

Les danska frágreiðing um metingarskipanina og metingarfólk her.

Frymil til avtalu millum serfrøðing og ES-kommisiónina kann lesast her.

Skrásetingin í dátugrunninum við metarum og óheftum serfrøðingum tekur umleið 30 minuttir.

Tú kanst skráseta teg sum metara umvegis her.

Spurningar um metingarskipanina verða svaraðir á Participant Portal undir FAQ.

Peter Droell, stjóri greiðir frá týdninginum av metingarfólkunum:

Persónligir ágóðar av uppgávuni sum metingarfólk síggjast í hesum filmsbroti: