Skrá fyri Vísindavøku á ferð 2019
Vísindavøkan var á ferð í tíðarskeiðnum 9. til 17. september. Talan var um fýra tiltøk kring landið, sum vóru skipað eftir sama leisti.
Á hvørjum tiltaki vóru tríggjar styttri framløgur við granskarum frá ymsu stovnunum kring landið. Hvør framløga varð bert hildin eina ferð, so møguleiki var at fara til fýra ymisk tiltøk.
Mánakvøldið 9.9. kl. 19:00 - Sørvágs Bókasavn
‘Siðaarvur í mun til djóravælferð – er hugburðurin broyttur?’, Ása Johannesen, Fiskaaling
‘Vindur og orkugoymslur,’ Bjarti Thomsen, Umhvørvisstovan
‘Livilíkindini hjá føroyska toskaynglinum’, Sólvá Jacobsen, Havstovan
Mikukvøldið 11.9. kl. 19:00 - Bókasavnið við Løkin
‘Jarðfrøðiligar kanningar í sambandi við Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin’, Bartal Højgaard, Jarðfeingi
‘Taraaling og møguleikar við samaling’, Agnes Mols Mortensen, Fiskaaling
‘Siðaarvur – eitt val’, Tóta Árnadóttir, Fróðskaparsetrið
Hóskvøldið 12.9. kl. 19:00 - Klaksvíkar Bókasavn
‘Psoriasis-granskingin hjá Lomholt í Føroyum – ein metodisk nútímansgerð’, Anna Katrin Matras, Ílegusavnið
‘Gott er at kenna hitan av hondum, ið sleptu’ - 100 ára gamlar hitamátingar – Karin Margretha H. Larsen, Havstovan
‘Sjeytiára kohortan –10 ára endurkanning’ Eina H. Eliasen, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu
Týskvøldið 17.9. kl. 19:00 - Trongisvágs Skúli
‘Um náttúruarv og møguleikan fyri at stovna eina føroyska geopark við støði í Suðuroynni’, Lis Mortensen, Jarðfeingi
‘Grøn orka á sjónum’, Meinhard Eliasen, Umhvørvisstovan
‘Læknastríðið í Klaksvík’, Hans Andrias Sølvará, Fróðskaparsetrið