Gransking í CTD hevur fyribyrgt deyðsføllum
Títtleikin av CTD-sjúkuni í Føroyum er nógv tann hægsti í verðini. Ein av 300 føroyingum hava sjúkuna. Í øðrum londum er talið av sjúkum 1 av 40.000.
Jan Rasmussen, lækni, hevur skrivað ph.d.-ritgerð um CTD og hevur síðani eisini staðið á odda fyri fleiri uppfylgjandi granskingarverkætlanum um álvarsligu sjúkuna, ið hevur kostað fleiri ungum føroyingum lívið.
Hann hevur greinað úrslitini av tí stóru sjálvbodnu CTD kanningini, ið varð gjørd í Føroyum fyri nøkrum árum síðani.
- Vit vistu einki um sjúkuna, tá vit byrjaðu. Vit høvdu eina rúgvu av hagtølum frá stóru kanningini, men tað krevur fígging og er ógvuliga tíðarkrevjandi at gjøgnumganga hagtølini. Tá vit gjørdu tað, komu vit skjótt eftir, at tað eru fleiri sløg av CTD, og at eitt slag er serliga álvarsligt.
- Umleið 60 føroyingar hava tað ringa slagið, ið kann elva til brádligan deyða. Tey eru eins og øll onnur staðfest við CTD sett í viðgerð og verða neyvt fylgd av granskarum, sum á tann hátt fáa alsamt meira vitan um sjúkuna, og hvussu hon skal viðgerast.
Tey, ið hava tað álvarsliga slagið av CTD, hava sera lágt innihald av karnitini í blóðinum. Tey fáa karnitintískoyti, og tað hevur víst seg at virka sera væl.
- Eingin er deyður ella blivin álvarliga sjúkur av CTD, síðani tey vórðu sett í viðgerð. Tað er eingin ivi um, at nýggja vitanin, ið granskingin hevur givið, hevur fyribyrgt fleiri óvæntaðum deyðsføllum.
- Fleiri sjúklingar hava fingið tað nógv betri og orka meira, eftir at tey eru sett í viðgerð. Tað vísir seg, at fólk kunnu liva væl við sjúkuni, um tey fáa røttu viðgerðina, sigur Jan.
Bestu fortreytir at granska í Føroyum
Jan Rasmussen, sum verður liðugur við útbúgving sína sum hjartalækni í summar, er nú saman við øðrum í ferð við at kanna millum annað, hvørji árin CTD hevur havt á hjartað hjá teimum, ið hava fingið staðfest sjúkuna sum vaksin. Ætlanin er eisini at fara undir at kanna, um CTD kann vera orsøkin til fleiri óvæntað deyðsføll enn tey, ið vit vita um.
- Stóri títtleikin í Føroyum av CTD gevur okkum tær bestu fortreytir at geva eitt ískoyti til ta alheims vitan, sum er um sjúkuna. Okkara gransking gagnar ikki bert føroyingum, men øllum kring heimin, ið hava sjúkuna, sigur Jan Rasmussen.
Ph.d. verkætlanin hjá Jan Rasmussen og aðrar verkætlanir um CTD, ið hann hevur staðið á odda fyri, hava fingið stuðul frá Granskingarráðnum.
---
Greinin er í styttari útgávu í faldaranum Gransking skapar framburð