Vinnu ph.d. byggir brýr millum vinnu og universitet
Tríggjar vinnu ph.d.-verkætlanir hava fingið eina millión kr. hvør í stuðli frá Granskingarráðnum og eru nú í gongd.
Vinnu ph.d.-verkætlanir eru eitt sterkt amboð at byggja brýr millum almennar granskingarstovnar og vinnufyritøkur. Skipanin verður nógv nýtt í øllum Europa til at styrkja samstarvið millum alment og privat og harvið økja vitanarbýtið og kappingarførið.
Tað almenna letur umvegis stuðulsskipanir fíggjarligan stuðul til verkætlanir hjá vinnufyritøkum, upp til helvtina av tí, sum verkætlanin kostar. Hin partin letur fyritøkan sjálv.
Vinnufyritøkurnar taka stig til og avgera innihaldið í verkætlanini, meðan universitetini standa fyri akademisku útbúgvingini.
Vinnu ph.d.-verkætlanir skapa nyttuvirði í vinnufyritøkum við at styrkja tilgongdir og bygnað og menna vørur og tænastur.
Granskingarráðið gjørdi í 2018 fyrstu skipaðu royndirnar við at stuðla vinnu ph.d.-verkætlanum. Stuðulin varð latin úr einum privatum grunni, sum síðani varð avtikin.
Fleiri fyritøkur hava víst áhuga fyri skipanini. Royndirnar higartil vísa, at hendan skipanin er eins væl egnað í Føroyum sum aðrastaðni.
---
Greinin er eisini í faldaranum Gransking skapar framburð