Evropeisk partaløg
Sum partur av langtíðarætlanini hjá ES-nevndini eru fleiri partaløg sjósett undir Horizon Europe.
Eitt partalag hevur minst tveir partar, har annar er ES-nevndin. Nøkur partaløg eru samfíggjað, sum merkir, at luttakandi londini rinda ein part og ES rindar ein part. Onnur partaløg eru millum vinnugeirar í Evropa, sum saman skipa fyrisiting við tí endamáli at verða stuðulsveitari til verkætlanir innan ávís evni, sum styrkja vinnuna. Hesi hava eisini ES-nevndina sum partnara, sum kemur við partvísari fígging til endamálið.
Øll evropeisk partaløg er tengd at samstarvsútboðunum, t.v.s. Súlu II í Horizon Europe. Súla II hevur seks Clusters, sum eru evnistengd og skipa útboðini.
Cicular Bio-based Europe er eitt Institutionalised Partnership.
Sustainable Blue Economy Partnership er samfíggjað partalag, sum Føroyar luttaka í.
Biodiversa+ er somuleiðis samfíggjað partalag, sum Føroyar luttaka í.