Stuðul til útgávu av vísindaverkum o.l.
Granskingarráðið umsitur stuðulsskipan, har til ber at søkja um stuðul til útgávu av javnlíkamettum vísindagreinum í Open Access tíðarritum og til javnlíkamettar bøkur, sum monografiir, doktararitgerðir og greinasøvn.
Eisini ber til at søkja um stuðul til onnur serlig átøk.
Til útgávu av vísindaligari grein í Open Access tíðarriti kann stuðulin í mesta lagi verða kr. 8.000.
Til útgávu av bók, eitt nú ritgerðum og greinasøvnum, kann stuðulin í mesta lagi verða ein triðingur av prentkostnaðinum uttan mvg, tó ongantíð meira enn kr. 15.000 fyri hvørja útgávu.
Stuðul til onnur serlig átøk kann í mesta lagi vera kr. 25.000.
Stuðulin er serliga ætlaður yngri granskarum, sum eru ávegis at fóta sær sum granskarar, t.d. við ph.d.-verkætlan. Í viðgerð av umsóknini verður mett um, hvussu útgávan mennir føroyskt vísindastarv, bæði í mun til kor hjá umsøkjara og týdningin av evninum.
Stuðul verður játtaður sambært umsókn. Umsóknir skulu sendast gjøgnum umsóknarportalin
Tað er eingin føst umsóknarfreist. Umsóknir verða viðgjørdar umleið eina ferð um mánaðin.
Les Reglur um stuðul til útgávu av vísindaverkum o.l. her
Les Treytir fyri stuðli til útgávu av vísindaverkum o.l. her
Søgan
Vísindagrunnur Føroya Sparikassa varð settur á stovn í 1986 við endamáli at veita fíggjarstuðul til vísindaliga gransking av føroyskum evnum, til fyrireiking og útgávu av vísindaverkum um somu evni og í aðrar mátar stuðla føroyskt vísindastarv. Í sambandi við navnaskifti hjá Føroya Sparikassa til EIK, skifti Vísindagrunnur Føroya Sparikassa eisini navn til Eik Vísindagrunnurin.
Leiðslan í Eik gjørdi á heysti 2014 av at avtaka grunnin. Stýrið fyri Eik Vísindagrunnin heitti á Granskingarráðið um at yvirtaka og umsita tær ognir, sum vóru í grunninum á besta hátt við støði í endamáli grunsins. Stýrið mælti til, at skipanin frameftir fyrst og fremst skuldi stuðla útgávu av javnlíkamettum (“peer reviewed”) vísindaverkum. Granskingarráðið kundi áseta nærri reglur fyri nýtslu av fænum úr grunninum og fyri hvør skuldi meta um, hvør skal fáa stuðul.
Talan var um fæ á umleið 1 millión krónur, sum Granskingarráðið fekk at nýta til hesa stuðulsskipan.
Stuðulsskipanin er í gildi, til eingin peningur er eftir á kontuni til útgávu av vísindaverkum o.l.