open-access-logo.jpg
Skriva út
Lagt út: 10.02.2017

Open Access – frí atgongd

Hvat er open access? Open access ella frí atgongd er skipan, sum gevur beinleiðis og ókeypis atgongd til vísindalig avrik. Henda atgongd hevur ikki beinleiðis ávirkan á hugverksrættindini, sum fyrst og fremst snúgva seg um ognarskap.

Bæði í føroyskum og í ES høpi verður nú sett krav um fría atgongd til úrslit, sum eru avrikað við almennum stuðli. Hetta verður gjørt í avtaluni, sum er grundarlagið fyri stuðulsútgjaldinum.

Tá ið stuðul verður latin til gransking og nýskapan, er viðkomandi hjá stuðulsveitaranum at tryggja sær, at úrslitið, sum spyrt burturúr, kann verða nýtt til onnur frambrot, og at tað er atkomuligt hjá øðrum granskarum.

Skipanin við fríari atgongd gevur atgongd til vísindaligar greinar, sum hava verið til metingar og eru givnar út í vísindaligum tíðarritum, og til granskingarúrslit, sum kunnu vera viðgjørd og útgivin ella sum fyriliggja í óviðgjørdum formi.

Uttan mun til um eitt verk verður útgivið ella ikki, skal tað verða mett um avrikið. Henda mannagongd hevur ikki ávirkan á fríu atgongdina til verkið.

Frí atgongd krevur ikki, at verkið verður útgivið. Tað er granskarin ella stuðulsmóttakarin, sum avgerð, um úrslit verður givið út og almannakunngjørt.

Í ES høpi eru tvinnir vegir at geva fría atgongd til vísindalig avrik. Egin skjalagoymsla, sum verður nevnd “grøn” frí atgongd. Ella frí atgongd til útgivið verk, sum verður nevnd “gull” frí atgongd. Báðir møguleikarnir verða nýttir, tá ið talan er um avrik við stuðli úr ES.

Stuðulsmóttakarin ger av, hvussu fría atgongdin til verkið verður givin.

Les meira um Open Access politikkin hjá ES her

Les um samtykt hjá Granskingarnevndini um at taka undir við Open Access politikki fyri vísindaligt arbeiði, sum er fíggjað úr Granskingargrunninum, her