Ársfrágreiðing 2023
Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan legði fram aðru ársfrágreiðing sína á almennum tiltaki í Smæruni 16. desember 2024. Eini 60 fólk vóru til tiltakið.
Ársfrágreiðingin hevur fimm tilmæli til at styrkja gransking, menning og nýskapan í Føroyum. Tey eru:
- Landsstýrið mennir eina heildarstrategi fyri nýskapan og setir í verk átøk, ið kunnu stimbra nýskapan, herundir skattafyrimunir til nýskapandi fyritøkur
- Landsstýrið setir yvirskipað og ítøkilig mál fyri luttøku í altjóða samstarvi um gransking, menning og nýskapan og veitir teimum, sum vilja troyta altjóða skipanirnar, fyrisitingarligan stuðul
- Løgtingið økir stuðulin til gransking munandi og ásetir karmar fyri hægri almennum stuðli
- Landsstýrið leggur ætlan fyri, hvørjar hægri útbúgvingar skulu verða skipaðar
- Fróðskaparsetrið setir á stovn ein depil fyri gransking, menning og nýskapan í samstarvi við vinnuna og aðrar áhugapartar
Les alla frágreiðingina her
Les skránna fyri framløgutiltakið her