Vísindavøka á ferð 2024
Vísindavøkan fer á ferð kring landið í tíðarskeiðinum 16. til 23. september. Talan verður um fimm tiltøk, í Runavík, Klaksvík, Sørvági, á Sandi og í Vági. Hesi verða øll skipað eftir sama leisti.
Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum og øðrum frá ymsum stovnunum.
Skráin er hendan:
Bókasavnið við Løkin mánakvøldið 16. september kl. 19
Russland, Nato og kríggið í Ukraina
Hans Andrias Sølvará, Fróðskaparsetrið
The Economic Impact of Increasing Salmon Size in the Faroe Islands
Zvonko Mrdalo, Fróðskaparsetrið
Tvær konur sum doyðu í barsilssong
Jákup Reinert Hansen, Fróðskaparsetrið
Klaksvíkar Bókasavn týskvøldið 17. september kl. 19
Hvussu javnstøðulógin varð til í Føroyum: Ein greining av kjakinum
Erika Anne Hayfield, Fróðskaparsetrið
Orkugoymslur
Meinhard Eliasen, Umhvørvisstovan
Vitlíki til Tala-Til-Tekst máltøkni til føroyskt
Dávid í Lág, Fróðskaparsetrið
Sørvágs Bókasavn mikukvøldið 18. september kl. 19
Ættarbandsskráin og framburðurin av ó í Tórshavn og Vágum
Hjalmar P. Petersen, Fróðskaparsetrið
Føroyskar fjarðaprosessir – samband millum føroyskar firðir og landgrunnin kannað við FarCoast
Sissal Vágsheyg Erenbjerg, Firum
Hvar endar lorturin? - betri umhvørvisráðlegging við botnfalsmyndlan
Birgitta Andreasen, Firum
Sands Bókasavn hóskvøldið 19. september kl. 19
Skúgvurin í Føroyum
Sjúrður Hammer, Umhvørvisstovan
Hvussu ávirkar havið skýggini?
Sigurd Christiansen, Fróðskaparsetrið
Dátuvísindi: Landnám Føroya birtist í arvastreingi føroyinga
Hannes Gislason, Fróðskaparsetrið
Miðlatún í Vági mánakvøldið 23. september kl. 19
Kanningar av sjósílum í Føroyum
Kirstin Eliasen, Firum
Global rák, lokalar avbjóðingar og framtíðarímyndanir í Suðuroy
Ragnheiður Bogadóttir, Fróðskaparsetrið
Hvønn leiklut spælir málið, tá umræður at lata dyr upp til føroyska arbeiðsmarknaðin?
Elisabeth Holm, Fróðskaparsetrið