Starting Grant (StG)
Ert tú evnaríkur granskari tíðliga á tíni yrkisleið, sum longu hevur framleitt dygdargott avrik, og ert tú til reiðar at arbeiða sjálvstøðugt og vísa tínar dygdir sum granskingarleiðari? So er ERC Starting Grant kanska fyri teg.
Umsøkjari, uttan mun til tjóðskap, skal hava millum 2-7 ára royndir eftir lokið ph.d. Umsóknin skal innihalda eina avriksskrá, sum vísir lovandi og dygdargóða gransking.
Stuðul til Starting Grant kann í mesta lagi verða 1,5 mio. evrur í eitt fimm ára tíðarskeið.
Stuðul frá ERC kann verða latin 100% til samlaða kostnaðin, umframt 25% í sonevndum overhead.
Les um Starting Grants her.