Implementation - verkseting
Hvussu verður verkætlanin sett í verk? Hvussu verður fíggingin býtt millum uppgávurnar? Hvussu verða uppgávurnar býttar millum luttakararnar?
Hav samband og samsvar millum fígging og uppgávur.
Eisini er viðkomandi at hava í huga tíðarútrokningina og at samsvar er millum fíggjarætlan og tíðina, sum verður sett av til avrikið.
Ger eina greiða arbeiðsætlan - workplan og skipa arbeiðið í setningar ella uppgávur - tasks. Í hesum partinum av umsóknini verður greitt neyvari frá, hvussu komið verður frá hugskotinum undir Excelence partinum til málið og úrslitið í sjálvari verkætlanini.
Hvør luttakari í verkætlanini skal hava uppgávu. Uppgávurnar skulu vera vælgrundaðar og veruligar. Set fíggjarorku av til hvørja uppgávu. Eingin luttakari má vera við bara av navni.
Ger sannførandi leiðsluætlan. Tað nýtist ikki at vera nýggjur máti at leiða verkætlanina. Mest umráðandi er, at tað virkar. Eisini verður hetta gjørt í mun til støddina á verkætlanini.