Arbeidsmarknadurin Frameftir
Skriva út
Lagt út: 07.11.2024

Stuðul til kanningar á arbeiðsmarknaðarøkinum

Áhugafeløg og stovnar kunnu søkja um stuðul til kanningarverkætlanir, sum kunnu gagna arbeiðsmarknaðinum frameftir.

Verkætlanir kunnu bæði vera um evni, sum fevna um allan arbeiðsmarknaðin, og um evni, sum hava serligan týdning í ávísum vinnum ella á ávísum starvsøkjum.

Tað er ein fyrimunur, um einstaka verkætlanin verður skipað sum ein laðasteinur til gransking á økinum og kann styrkja økið við:

- dátum og varandi vitan og førleikum
- samstarvi millum fleiri áhugapartar umboðandi arbeiðstakarar, arbeiðsgevarar og granskingarstovnar

Formlig krøv

Tað er áhugafelagið ella stovnurin, sum eigur ábyrgdina av verkætlanini, sum skal grundgeva fyri endamáli og nyttuni av verkætlanini.

Verkætlanarleiðarin skal arbeiða við verkætlanini fyri áhugafelagið ella stovnin. Hesin skal í minsta lagi hava eina miðallanga útbúgving (bachelor). Mælt verður til at hava ein fakligan vegleiðara knýttan at verkætlanini, um møguligt ein granskara á økinum.

Latast kunnu í mesta lagi 300.000 kr. til hvørja verkætlan. Minstamark fyri stuðli er 100.000 kr.

Allur játtaður stuðul skal nýtast í Føroyum.

Umsóknarfreist er tvær ferðir um árið, næstu ferð 1. mai 2025.

Tað eru í mesta lagi 1 millión kr. tøkar í hesum umfarinum.

Umsóknir skulu sendast umvegis umsóknarportal okkara, sí her  

Mælt verður umsøkjarum til at seta seg í samband við Granskingarráðið fyri at fáa ítøkiliga ráðgeving í sambandi við umsóknirnar.

Dagført 7. november 2024