Føroyskt, ES og Arktis
Føroyar hava latið íkast til hoyring hjá ES um politikkin í Arktis - the update of EU’s Arctic Policy.
Føroyar eru grannar hjá Evropasamveldinum og eru staðsettar í arktiskum øki í Norðurevropa.
Mett verður, at gransking og innovation fer at geva nýggja vitan og menna økini í Arktis.
Føroyar luttaka í mest avgerandi amboðnum hjá ES í Arktis, rammuskránni um gransking og innovation, Horizon Europe.
Føroyskir granskarar luttaka í verkætlanum, sum kanna veðurlagsbroytingar, hav og tilfeingi, orku og nýggja tøkni, eins og onnur viðkomandi økir, sum geva betri kunnleika til Arktis og økini við Arktis. Nakrar av verkætlanunum eru: EduArctic, ArcticHubs, ARCSAR, INTERACT, ClimeFish, PrimeFish, Blue-Action og AtlantOS.
Havstovan luttekur í EUROFLEETS+, sum fer at geva granskarum úr Evropa atgongd til nýggja havransóknarskipið Jákup Sverra.
Les meira um arktiskar verkætlanir her.
Les frágreiðing frá Uttanríkisráðnum um Føroyar, ES og Arktis her.
Les um EU Arctic policy her.
Mynd: Arctic Centre, University of Lapland