Gunnar Guttesen í Havn vann filmskappingina við filminum Í síðsta enda eru tað hini forvitnu, ið broyta heimin”Tað komu fýra filmar inn til kappingina. 

Filmskapping

Í sambandi við Vísindavøku 2012 bjóðar Granskingarráðið øllum, sum hava hug, at luttaka í filmskapping. Treytin fyri luttøku er einføld. Talan skal vera um stuttfilm, sum luttakarin sjálvur hevur gjørt, og sum snýr seg um gransking.

Hvat er gransking? Hvussu verður granskað? Hvat verður granskað? Hvussu ímyndar tú tær ein granskara, sum er til arbeiðis í Føroyum?

Hevur tú hug at gera ein film, sum kann lýsa part av hesum og líknandi spurningum innan gransking, so er at finna myndatólið fram.

Hvør filmur skal verða millum 1 og 4 minuttir til longdar og skal kunna nýtast til at marknaðarføra gransking til almenningin.

Allir innkomnir filmar verða lagdir út á YouTube og aðrar miðlar upp til Vísindavøkuna.

Ein dómsnevnd við serfrøðingum innan filmslist, gransking og marknaðarføring verður sett at velja út bestu filmarnar og finna vinnaran.

Fimm teir bestu filmarnir verða vístir á Vísindavøkuni 2012, ið verður í Fabrikkini hjá Östrøm 27. og 28. september. Vinnarin verður kosin á stórum tiltaki fríggjakvøldið 28. september. Høvuðsvinningurin er 5.000 kr. Hini fýra, sum verða vald, fáa smærri vinningar. Granskingarráðið tilskilar sær nýtslurættin til teir fimm útvaldu filmarnar.

Freistin at lata film inn er mánadagin 3. september kl.12. Filmarnir kunnu latast inn við at senda eina fráboðan til gransking@gransking.fo Vit geva síðani atgongd til eina mappu at leggja filmin í.

Krøv og treytir

Hvør kann luttaka:
Øll kunnu luttaka við egnum tilfari.

Evni: Gransking. Hvat er gransking? Hvussu verður granskað? Hvat verður granskað? Hvussu ímyndar tú tær ein granskara, sum er til arbeiðis í Føroyum? Er tað spennandi at granska, kul, stuttligt, keðiligt? Hvørja nyttu fáa vit burturúr gransking? Er hetta nakað, sum tú kundi hugsað tær at farið at gjørt eisini?

Slag av filmi: Talan skal vera um livandi myndir, men annars er tað luttakarunum frítt, hvørt talan er um stuttfilm, videolag, videolist, dokumentar, lýsing.

Longd á filmi: 1 til 4 minuttir

Málbólkur: Filmarnir skulu kunna brúkast til marknaðarføring av gransking. Her hugsa vit serliga:
- at filmarnir skulu fortelja ungum, at gransking er týdningarmikil fyri tey og teirra gerandisdag
- at størv innan føroyska gransking eru áhugaverd
- at hesi størv hava stóran týdning fyri samfelagið, og at hetta er eitt av økjunum, sum tey áttu at umhugsað at útbúgvið seg til.

Filmarnir verða serliga brúktir á internetinum, t.d. á Facebook, YouTube og á heimasíðum. Hinvegin kundi eisini hugsast, at teir kundu verið vístir í sjónvarpinum.

Freist at lata inn film: 3. september 2012 kl. 16:00. Fráboðan um luttøku skal sendast til: gransking@gransking.fo Vit senda tær síðani rættindi til at leggja filmin í eina Dropbox mappu

Rættindi: Tú mást sjálv/ur hava tikið myndirnar. Eru myndir av fólki, skulu tey hava givið loyvi til at filmurin kann vera við í kappingini og kann vísast alment. Er tónleikur við, so mást tú sjálv/ur hava gjørt tónleikin ella leggja við skrivligt loyvi frá eigaranum av tónleikinum til at nýta hann í filminum.

Við at luttaka, gevur tú Granskingarráðnum nýtslurætt til film tín í 2 ár uttan samsýning. Granskingarráðið skal altíð vísa á, hvør hevur gjørt filmin, tá og har filmurin verður vístur. Sambært lóg um upphavsrætt er tað tann, sum hevur gjørt filmin, sum eigur rættindini til filmin, og Granskingarráðið hevur ikki loyvi til at broyta ella klippa í filminum

Dómsnevnd: Nevnd við trimum fólkum, einum filmskønum, einum granskara og einum miðlakønum.