Verkætlanir skulu fylgja etiskum reglum
Verkætlanir, sum verða stuðlaðar av Granskingarráðnum, skulu halda seg til granskingaretiskar standardir og fylgja meginreglum fyri granskara- og granskingaretik og góðan granskingarsið.
Granskingarstovnarnir skulu tryggja, at gransking teirra fer fram sambært viðurkendum granskingaretiskum normum. Í umsóknum til Granskingarráðið skal umsøkjarin í verkætlanarlýsingini lýsa møguligar etiskar spurningar, sum eru knýttir at útinnan av verkætlanini, og lýsa, hvussu hesir fara at verða handfarnir. Meting okkara av umsóknini verður millum annað grundað á hesa lýsing.
Les meira um etiskar leiðreglur og góðan granskingarsið í sambandi við umsóknir til Granskingarráðið her.
Leiðbeining um granskingaretikk
Ongar ítøkiligar leiðreglur eru um granskingaretikk í Føroyum. Vegleiðandi verður víst til yvirlit yvir almennar og fak- og evnisrættaðar granskingaretiskar leiðreglur frá De nasjonale forskningsetiske komiteene í Noregi.
Nakrar verkætlanir krevja sambært lóggávu frá Vísindasiðseminevndini, áðrenn tær fara í gongd.
Verkætlanir skulu eisini lúka ásetingar í Dátuverndarlógini, sí vegleiðing frá Dátueftirlitinum um viðgerð av persónsupplýsingum til granskingarendamál.
Greinar um vísindaligan etikk
Norska Magasinet Forskningsetikk viðger nógvar týðandi etiskar spurningar í sambandi við gransking:
Hvat krevst fyri at vera ein reiðiligur granskari á Universitetinum í Oslo? Universitetið hevur sett nýggj mál fyri granskaraetikk. Les her.
Hvør skal standa sum rithøvundur til vísindaligar greinar og í hvørjari raðfylgju? Kann hon eisini vera við, sum ikki granskaði, men hjálpti á annan hátt at gera verkætlanina til veruleika? Les her.
Bókin Forskningsetikk gevur granskarum eitt neyðugt moralskt kumpass til góðan granskingaretiskan integritet. Les ummæli av bókini her.