Visindavoka 3 2022
Skriva út
Lagt út: 26.09.2022

Væl vitjað Vísindavøka í Løkshøll

Meira enn túsund børn og ung vitjaðu í Løkshøll fríggjadagin, tá Vísindavøkan fyri fyrstu ferð varð hildin uttan fyri Havnina.

Nógvir fólkaskúlaflokkar serliga úr Eysturoynni komu at lurta eftir framløgum og uppliva tey nógvu tiltøkini, sum granskingarstovnar, fyritøkur og næmingar frá Glasi skipaðu fyri inni og úti. Eisini miðnámsflokkar úr Vestmanna, Klaksvík og Kambsdali nýttu høvi at lurta eftir framløgum frá granskarum og síggja, hvat granskarar á teimum ymsu stovnunum fáast við.

Umframt tey nógvu, ið vitjaðu í Løkshøll, vóru yvir 500, sum fylgdu við stroymingini av framløgum.

19 granskarar hildu framløgur á Vísindavøkuni. Eftir framløgurnar var miðlafagnaður við snarrøðum, hugleiðingum og handan av miðlaheiðursløn.