Setrið og Havstovan fingið stuðul at granska eitrandi algur
Fróðskaparsetrið og Havstovan hava fingið tilsamans 2,8 mió. kr. í stuðli frá NordForsk til at gera kanningar av eitrandi algum í sjónum kring Føroyar.
Kanningarnar eru partur av verkætlanini PHATE, sum Danmark, Kanada, Grønland, Ísland og Noreg eisini eru við í. Samlaða játtanin frá NordForsk til alla verkætlanina er 32,5 mill. kr.
Anni Djurhuus, ph.d., lektari í lívfrøði á Náttúruvísindadeildini, skal standa fyri føroyska partinum í samstarvi við Ian Salter, ph.d., havevnafrøðingi á Havstovuni. Ein ph.d. lesandi skal setast at gera kanningarnar.
Fleiri eitrandi algublómingar
Veðurlagsbroytingar í Arktis gera, at sjógvurin verður heitari, havísurin bráðnar og frárenslið frá ískápum og jøklum økist. Hetta hevur stór árin á vistfrøðina í sjónum. Samansetingin av djórasløgum í havinum verður øðrvísi, og lívsringrásin í øllum føðiliðum broytist. Tað hevur stóra ávirkan á livikorini í samfeløgum í Arktis og Norðuratlantshavi, har tilfeingi úr havinum er eina týðandi súla undir búskapinum, ið eisini hevur stóran týdning fyri mentan, samleika og heilsu hjá fólkinum.
Økti hitin í sjónum ger, at algublómingar verða fleiri og drúgvari. Flestu algusløgini eru óskaðilig, men nøkur kunnu vera upptikin í føðiketuni og gerast eitrandi ella enntá deyðilig fyri menniskju og havsúgdjór.
Hóast vit kunnu vænta fleiri eitrandi algublómingar, vita vit enn lítið um hvar, hvussu og nær hesar blómingar verða, og hvussu tær møguliga fara at ávirka mattrygdina og búskapin.
Endamálið við PHATE verkætlanini er at savna serfrøðingar og samfeløg úr seks londum, sum skulu arbeiða tvørfakliga við at greina hesi viðurskifti. Ætlanin er at menna trygdarmetingar og amboð, sum eru tillagað vistfrøðini og mentanini í Grønlandi, Føroyum, Íslandi og inuit-økjunum Nunatsiavut og Nunavik í Kanada.
Verkætlanarleiðari fyri PHATE er Sofia Ribeiro, professari á GEUS – jarðfrøðiliga kanningarstovninum fyri Danmark og Grønland.
Fingið játtan fýra ferðir aftur
Verkætlanin um algublómingar er onnur av tveimum stórum nýggjum verkætlanum um burðardygd í Arktis, sum føroyskir granskingarstovnar eru við í við stuðli frá NordForsk.
Samlaða játtanin til føroysku stovnarnar er góðar 4 mió. kr. Føroyar hava latið 900.000 kr. til NordForsk útboðið og hava sostatt fingið játtanina meira enn fýra ferðir aftur.