Vísindavøka 2025
Vísindavøkan 2025 verður í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin tann 26. september.
Á skránni verða framløgur, framsýningar og tiltøk, ið á ymsan hátt taka støði í gransking og nýskapan.
Framløgur verða í Kongshøll á 4. hædd. Eftir framløgurnar verður miðlafagnaður við snarrøðum og handan av ársins miðlaheiðursløn.
Uttanfyri verða tiltøk fyri børn og vaksin. Næmingar og lærarar á Glasi gera royndir, meðan Havstovan sýnir fram ymsar fiskar o.a. Á Svalanum kring matstovuna Silo verða eisini ymisk tiltøk til stór børn og vaksin.
Tað er ikki neyðugt við tilmelding. Øll tiltøk eru ókeypis.
Sendingar í KVF og annað tilfar frá undanfarnum Vísindavøkum síggjast á vísindavøka.fo