Vísindavøka á ferð
Vísindavøkan fer á ferð kring landið í tíðarskeiðinum 15. til 23. september. Talan verður um fimm tiltøk, í Runavík, Klaksvík, Sørvági, á Sandi og í Vági. Hesi verða øll skipað eftir sama leisti.
Á hvørjum tiltaki verðar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum og øðrum frá ymsum stovnunum.
Skráin er hendan:
Bókasavnið við Løkin mánakvøldið 15. september kl. 19
Klaksvíkar Bókasavn týskvøldið 16. september kl. 19
Sørvágs Bókasavn mikukvøldið 17. september kl. 19
Sands Bókasavn hóskvøldið 18. september kl. 19
Miðlatún í Vági mánakvøldið 22. september kl. 19