Føroyingar við til at menna norðurlond lívfeingisbúskapaliga
Stýrið fyri NordForsk hevur játtað til samans 90 mill. NOK til trý nýggj norðurlendsk framúrskarandi granskingartoymi - Nordic Centres of Excellence, stytt NCoE – í norðurlendsku skránni fyri lívfeingsibúskap. Hvørt toymi hevur fingið játtað á leið 30 mill. NOK.
Í einum av hesum toymum eru luttakarar úr Føroyum.
Tey trý toymini, sum hava fingið játtan eru:
Nordic Centre for Sustainable and Resilient Aquatic Production (SUREAQUA). Verkætlanarleiðari: Fiona Provan, International Research Institute of Stavanger (IRIS) Í hesum toymi eru fleiri luttakarar úr Føroyum: TARI, Fiskaaling, Umhvørvisstovan, Luna, Marine Harvest og Bakkafrost.
Towards Versatility of Aquatic Production Platforms: Unlocking the Value of Nordic Bioresources (NordAqua). Verkætlanarleiðari: Eva-Mari Aro, University of Turku.
An Integrating Nexus of Land and Water Management for a Sustainable Nordic Bioeconomy (BIOWATER). Verkætlanarleiðari: Per Stålnacke, Norwegian Institute of Bioeconomy Research (NIBIO).
Umsóknir mettar av altjóða serfrøðingum
Talan var um eitt umsóknarumfar í tveimum stigum. Í fyrra umfarinum, har hugskot til umsóknir skuldu sendast inn, vóru umsóknirnar mettar av altjóða serfrøðingum. 10 av hesum undanumsóknum fingu tilboð um at senda inn eina fullfíggjaða umsókn. Øll 10 sendu umsóknir inn. Eitt altjóða serfrøðingapanel metti um umsóknirnar grundað á vísindaligu góðskuna. Nevndin fyri granskingarskránna raðfesti síðani umsókninar í mun til endamálið við granskingarskránni og møguleikanum fyri norðurlendskum meirvirði. Nevndin gjørdi útfrá hesum raðfestingum tilmæli til Stýrið fyri NordForsk, sum so játtaði stuðul til hesi trý toymini.
Um norðurlendsku lívfeingisbúskapar granskingarskránna
Endamálið við skránni er at finna nýggja vitan um hvussu til ber at fremja og menna skiftið til lívfeingisbúskaparliga grundaði samfeløg í norðurlondum.
Skráin er fíggjað av the Academy of Finland, The Swedish Research Council for Environment, Agricultural Sciences and Spatial Planning (FORMAS), the Research Council of Norway, the Icelandic Centre for Research – Rannís, og NordForsk.
Les um skránna: Nordic Bioeconomy Programme
Kelda: NordForsk