Arktis Nordforsk
Skriva út
Lagt út: 24.03.2025

Setrið fingið stuðul at granska avleiðingar av veðurlagsbroytingum

Granskarar á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum hava fingið 1,4 mió. kr. í stuðli frá Nordforsk til eina granskingarverkætlan um at menna vitan um avleiðingar av veðurlagsbroytingum. 

NordForsk er stovnur undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, sum fíggjar norðurlendskt granskingarsamstarv. Føroyar hava sjálvstøðugan limaskap í NordForsk.

Álvarsligar avleiðingar í Arktis

Árin av veðurlagsbroytingum eru størri í Arktis enn nakra aðrastaðni í heiminum. Tær fevna millum annað um burturmáan av lendi, tiðnandi frostjørð, skógareld og minkandi havís. Hesi árin hava álvarsligar avleiðingar ikki bert búskaparliga, men eisini mentanarliga og heilsuliga fyri samfeløgini í Arktis.

Árin, ið ikki eru búskaparlig, eru lítið umrødd og granskað, hóast tey kunnu hava sera stórt neiligt árin á vælferðina hjá núverandi og komandi ættarliðum.

NordForsk hevur játtað tilsamans 15,7 mill. kr. til eina verkætlan hjá einum tvørfakligum toymi, sum skal fáa til vega vitan um hesi árin. Við í toyminum eru vísindafólk og umboð fyri upprunasamfeløg úr Finnlandi, Svøríki, Noregi, Føroyum, Íslandi, Grønlandi, Kanada og USA. Verkætlanin hevur fingið heitið LostToClimate.

Ragnheiður Bogadóttir, granskari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, skal standa á odda fyri føroyska partinum av granskingarverkætlanini. 1,4 mill. kr. er játtaðar til hendan partin.

Verkætlanarleiðari fyri LostToClimate er Rico Kongsager, professari á Keypmannahavnar Universiteti. 

Fingið játtan fýra ferðir aftur

Verkætlanin um veðurlagsbroytingar er partur av granskingarskrá um burðardygga menning av Arktis, ið er størsta granskingarátak  hjá NordForsk nakrantíð. Tilsamans níggju verkætlanir við luttøku úr Norðurlondum og Norðuramerika hava fingið stuðul til at granska evnir sum hav, vatn, lívfrøðiligt margfeldi, ferðavinnu og ráevnir.

Føroyskir granskarar eru við í tveimum av verkætlanunum, og játtanin til føroyska arbeiðið er góðar 4 mió. kr.

Hetta er fyrstu ferð, at Føroyar luttaka í einum granskingarátaki hjá NordForsk við egnari fígging. Føroyar hava latið 900.000 kr. til útboðið. Játtanin til føroysku partarnar er sostatt meira enn fýra ferðir hægri.