Studul Til Utgavu
Skriva út
Lagt út: 18.02.2025

Metnógvar umsóknir um stuðul til gransking

Metnógvar umsóknir eru um stuðul til gransking í ár. Tá árliga freistin at søkja um stuðul til gransking og til arbeiðsmarknaðargransking var úti í gjár, mánadagin 17. februar kl. 12, vóru tilsamans 53 umsóknir um granskingarstuðul komnar inn. Tað eru 12 fleiri enn í fjør.

Meira enn helmingurin av umsóknunum eru til ph.d.-verkætlanir. 31 verkætlanarleiðarar eru kvinnur, og 22 eru menn.

Tilsamans verður søkt um góðar 59 mill. kr.

Løgtingið hevur játtað 9 mill. kr. til stuðul til gransking í ár. Tað er tað sama sum í fjør.

Fíggingin til arbeiðsmarknaðargransking stavar frá fænum í Frítíðargrunninum. Upp til 3 mió. kr. eru tøkar til stuðul í ár.

Eitt samlað yvirlit yvir allar verkætlanir, sum eru stuðlaðar úr Granskingargrunninum, finst her.


Umsóknir verða mettar av útlendskum granskarum

Nú verður farið undir at kanna umsóknirnar fyri at vita, um tær lúka formligu treytirnar. Síðani skulu útlendskir granskarar meta um vísindaligu góðskuna v.m. í umsóknunum. Faknevndin fyri stuðli til gransking tekur endaliga støðu til umsóknirnar. Umsøkjararnir kunnu vænta sær svar í seinasta lagi 1. juni.