Níggju tilburðir av nátasjúku staðfestir seinastu 27 árini
Í nýggjari vísindaligari grein verður greitt frá sambandinum millum havhest og sjúkuna Atypical pneumonia with Chlamydophila psittaci, vanliga kallað nátasjúka, í Føroyum seinnu árini. Tað eru Elsubeth M. Fossádal, Mansour Grand og Shahin Gaini, sum hava skrivað greinina. Tey hava granskað nýggjari tilburðir av nátasjúku í Føroyum.
Flestum kunnugt hava føroyingar í meira enn 200 ár veitt ymsar fuglar til matna. Havhestaungar hava verið veiddir seint í august og tíðliga í september. Havhestur og havhestaungi ella náti kunnu bera bakteriuna Chlamydophila psittaci, sum kann smitta andaleiðirnar hjá veiðumanninum og geva eitt slag av lungnabruna, kallað psittacosis ella ornithosis ella papageykafepur. Í Føroyum verður sjúkan kallað nátasjúka. Søguliga hevur sjúkan eisini verið kallað september lungnabruni í Føroyum.
Nátasjúka er ein vandamikil sjúka. Í tíðarskeiðnum 1930-39 doyðu 179 fólk av sjúkuni. Deyðatíttleikin lá um 20%, men heili 80% fyri kvinnur við barn. Nátaveiða varð bannað orsakað av hesum í 1939 og ikki tikin upp aftur, fyrr enn í 1954.
Betraðu reinsførisvanarnir seinastu 50 árini, tá havhestur verður handfarin, hava havt við sær, at talið av staðfestum sjúkutilburðum hevur verið støðugt fallandi. Einans níggju staðfestir tilburðir av nátasjúku hava verið fráboðaðir Landslæknanum seinastu 27 árini.
Í árunum 2016-2017 hava 4 tilburðir verið staðfestir og viðgjørdir í Føroyum. Hesir tilburðir verða viðgjørdir í greinini.
Greinin staðfestir, at tað er samband millum veiðu og handfaring av havhesti og menniskjansliga psittacosis sjúku í Føroyum. Eisini verður staðfest, at læknar og onnur starvsfólk, sum viðgera sjúklingar, sum hava verið í sambandi við havhest, eiga at kenna hesa sjúku.
Greinin kallast “Chlamydophila psittaci pneumonia associated to exposure to fulmar birds (Fulmaris glacialis) in the Faroe Islands”. Hon er útgivin í tíðarritinum Infectious Diseases. Samandráttur kann lesast her
Mynd: g.nordoy/flickr