Korona Í Føroyum
Skriva út
Lagt út: 01.02.2021

Grein um fyrstu koronubylgjuna í Føroyum

Eitt toymi av 11 granskarum í Føroyum hava fingið útgivið nýggja grein um koronusjúkuna í Føroyum.

Greinin er útgivin í vísindaliga tíðarritinum Emerging Infectious Diseases. Hon eitur "Epidemiology and Clinical Course of First Wave Coronavirus Disease Cases, Faroe Islands" og kann lesast her.

Í greinini verður lýst, hvussu Føroyar vóru eitt av heimsins fyrstu londum, har tað hepnaðist at basa fyrstu bylgjuni av koronusjúkuni, tá 187 tilburðir vórðu staðfestir millum 3. mars og 22. apríl 2020.

Tíðliga varð nógv lagt fyri at kanna og smittuspora, og saman við partvísari afturlating av samfelagnum, eydnaðist at fáa bilbugt við smittuna.

Smittuslóðir vórðu neyvt skrásettar við at tosa við sjúklingar um teirra samband við onnur, og serliga varð dentur lagdur á at finna fram til, hvaðani tey kundu havt fingið smittuna.

Tey flestu sjúkueyðkennini vóru fepur, høvuðpína og hosti, men 11,2 prosent av sjúkutilburðunum vóru uttan sjúkueyðkenni.

Av teimum 187 tilburðunum vórðu átta innløgd á sjúkrahús, men eingin á intensiv, og eingin lat lív.

Sokallað super-útbreiðsla var eyðsýnd, tí tey flestu í øðrum liði kundu sporast aftur til bara trý smittað fólk.

Høvundarnir eru Marnar F. Kristiansen, Bodil H. Heimustovu, Sanna á Borg, Tróndur Høgnason Mohr, Hannes Gislason, Lars Fodgaard Møller, Debes H. Christiansen, Bjarni á Steig, Maria Skaalum Petersen, Marin Strøm og Shahin Gaini.

Granskingin er stuðlað av COVID-19 átakinum hjá Granskingarráðnum.