Tremor grein.jpg
Skriva út
Lagt út: 26.03.2019

Tremor í Føroyum

Í farnu viku vórðu tvær vísindaligar greinar almannakunngjørdar, sum byggja á granskingarverkætlan,  ið Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur staðið fyri, saman við Yale University í USA og Landssjúkrahúsinum. Í alt luttóku 1334 tilvildarliga útvaldir føroyingar 40 ár og eldri í granskingarverkætlanini, sum var skipað í tveimum pørtum – ein innleiðandi screening partur og í øðrum lagi ein klinisk kanning av einum parti av luttakarunum.

Greinin, “Prevalence of Essential Tremor in the Faroe Islands: A Population-Based Study”,  er almannakunngjørd í tíðarritinum ”Neuroepidemiology” og lýsir títtleikan av Essentiellum Tremor (ET) í Føroyum.

ET er ein neurologisk støða, ið vísir seg sum óviljaðar ristingar av serliga hondum/ørmum og/ella høvdi, og ET telist millum tær mest útbreiddu, tá talan er um neurologiskar sjúkur. Ristingarnar vísa seg, tá ið ein er virkin, t.d. um ein skal skriva eitthvørt, drekka úr koppi ella knappa skjúrtu, men í hvíld eru ristingarnar ikki so eyðsýndar. Ymiskt er, hvussu fólk eru darvað av ristingunum. Summi hava hesar serligu ristingar uttan at hava givið sær far um tað, men fyri summi kunnu ristingarnar ávirka gerandisvirksemið og lívsgóðskuna. Enn vita vit ikki nágreiniliga orsøkina til ET, men bæði ílegur og umhvørvi/kostur tykjast at hava ávirkan.

Kanningin vísir, at í Føroyum er títtleikin av ET á leið tann sami sum aðrastaðni, og at títtleikin økist við aldrinum. Eina H. Eliasen, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, hevur skrivað greinina saman við Monicu Ferrer, Yale University, Shahin Gaini, Landssjúkrahúsið, Elan D. Louis, Yale University og Mariu Skaalum Petersen, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking, Fróðskaparsetur Føroya. Samandráttur av greinini á enskum kann lesast her.

Seinna greinin, “Tremor in normal adults: A population-based study of 1158 adults in the Faroe Islands”, er almannakunngjørd í tíðarritinum “Journal of the Neurological Sciences” og viðger í hvønn mun frísk vaksin fólk líða av ristingum, sum vísa seg, tá ein er virkin (action tremor). Høvundarnir eru Elan D. Louis, Yale University, Monica Ferrer, Yale University, Eina H. Eliasen, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Shahin Gaini, Landssjúkrahúsið og Mariu Skaalum Petersen, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking, Fróðskaparsetur Føroya. Samandráttur av greinini á enskum kann lesast her.

Granskingarverkætlanin varð fíggjað av National Institute of Health (NIH).