Landssjukrahusid Klipt
Skriva út
Lagt út: 13.05.2024

Infektión økir munandi um vandan hjá sjúklingum fyri at doyggja

Sjúklingar, ið hava infektión ella blóðeitran, eru í munandi hægri vanda fyri at doyggja, meðan teir eru innlagdir á sjúkrahúsi. Ein víðfevnd kanning á Landssjúkrahúsinum vísir, at millum 7,5 og 75 prosent av teimum sjúklingum, ið hava infektión, doyggja á sjúkrahúsinum. Til samanberingar doyggja bert 2 prosent av teimum akutt innløgdu sjúklingunum á somu sjúkrahúsdeild, sum ikki hava infektión.

Shahin Gaini, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum og professari á Fróðskaparsetrinum, hevur saman við Mariju Todorovic Markovic, lækna á Ríkissjúkrahúsinum, og øðrum skrivað eina vísindaliga grein um deyðatalið hjá sjúklingum við álvarsligum infektiónum og blóðeitran í Føroyum. Greinin er almannakunngjørd í tíðarriti hjá altjóða vísindastovninum MDPI.

Kanningin byggir á dátur og deyðatøl hjá innløgdum sjúklingum í Føroyum við og uttan infektión/blóðeitran.

Ein orsøk til høgu deyðatølini kann vera, at sjúklingar innlagdir við akuttari infektiónssjúku og/ella blóðeitran, kunnu hava aðrar álvarsligar sjúkur, ið viðvirka til deyðan. Men Shahin Gaini heldur tó, at munurin millum deyðatølini hjá sjúklingum við og uttan infektión er so markantur, at man eigur at umhugsa, um munurin kann minkast við at styrkja diagnostikk og viðgerð av infektiónum og blóðeitran á føroyskum sjúkrahúsum.

Greinin, ið hevur heitið “Mortality in Community-Acquired Sepsis and Infections in the Faroe Islands—A Prospective Observational Study” kann frítt lesast her.