Grein Marija 2019.jpg
Skriva út
Lagt út: 08.01.2019

Sjúklingar oftast innlagdir við lungnabruna og bløðrubruna/nýrnakokubruna

Ein nýggj granskingargrein um mikrobiologiskar orsøkir og sløg av infektiónum hjá føroyskum sjúklingum við innleggingarkrevjandi sjúku er júst útgivin sum open access grein í vísindaliga tíðarritinum BMC Infectious Diseases.

Her verður greinað, hvørjar bakteriur eru orsøkin til infektiónir og hvørji sløg av infektión  sjúklingar innlagdir á medisinsku deild í Føroyum hava.

Greinin eitur Focus of Infection and Microbiological Etiology in Community-Acquired Infections in Hospitalized Adult Patients in the Faroe Islands”, og kann lesast sum open access grein her.

Greinin er partur av ph.d.-verkætlanini hjá Mariju Todorovic Markovic, 1. hjálparlækna, sum er innskrivað sum ph.d.-lesandi á Syddansk Universitet. Hon skal verja ph.d. ritgerð sína í Kongshøll í Tórshavn hósdagin 28. februar 2019 kl. 14.

Høvuðsvegleiðari er Shahin Gaini, ph.d. og yvirlækni í infektiónsmedisini, sum er knýttur at Landssjúkrahúsinum, Fróðskaparsetur Føroya og Syddansk Universitet.

Hjávegleiðarar hava verið Court Pedersen, professari í infektiónsmedisini dr.med. á Odense Universitetshospital/Syddansk Universitet, Magnús Gottfredsson, professari í infektiónsmedisini ph.d. á Landspitali Universitetssjúkrahús/Háskóla Islands og Mirjana Todorovic Mitic, lækni frá Onkologisku deild, Nis Clinical Center, Nis, Serbia.

Hesi eru øll viðhøvundar á greinini.

Shahin Gaini sigur soleiðis um greinina:

“Greinin hevur nágreinað í æsir, hvørjar bakteriur og aðrar smáverur eru orsøk til innleggingarkrevjandi infektiónir í Føroyum. Greinin hevur eisini nágreinað, hvørji sløg av brunum og hvar í kroppinum brunin situr, tá føroyskir sjúklingar verða innlagdir á Landssjúkrahúsinum við álvarsligari infektión.

Úrslitini vísa, at lungnabruni og bløðrubruni/nýrnakokubruni eru tær vanligastu infektiónirnar hjá føroyskum sjúklingum, sum verða innlagdir á medisinsku deild á Landssjúkrahúsinum.

Gram-negativar bakteriur sum til dømis kolibakteriur (Escherichia coli) eru tær vanligastu sjúkuelvandi bakteriurnar hjá innløgdum sjúklingum á medisinsku deild á Landssjúkrahúsinum.

Úrslitini skulu brúkast til at dimensionera tað føroyska heilsuverkið í mun til infektiónsbyrðuna í føroyska heilsuverkinum og til at velja tey røttu antibiotikasløgini, tá man viðger infektión á føroyskum sjúkrahúsum.

Úrslitini vísa eisini, at tað er tørvur á at betra um mikrobiologiskan diagnostikk í Føroyum bæði viðvíkandi laboratoriutøkni serliga innanfyri PCR tøkni til andaleiðsinfektiónir og økja um bioanalytikaramanningina á Landssjúkrahúsinum.

Kanningin stuðlar eisini undir tilmælini frá frágreiðingini “Virkisætlan fyri mótstøðuføri fyri antibiotika í heilsuverkinum í Føroyum”  har fakliga tilmælið er, at økið við infektiónsmedisin í Føroyum verður styrkt munandi.

Ein vísindalig grein íroknað dátur um deyðatøl (mortalitet) við sepsis í Føroyum væntast publiserað primo 2019.”

Les um ph.d.-verkætlanina hjá Mariju Todorovic Markovic, sum er stuðlað úr Granskingargrunninum, her