Føroyar og ES undirskrivað sáttmála um granskingarsamstarv
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur seinnapartin undirskrivað sáttmála um vísindaligt og tøkniligt samstarv millum Føroyar og Evropeiska Samveldið. Fyri ES undirskrivaðu Marco Peronaci, italskur varðasendimaður, ið umboðaði italska formansskapin í ES og Carlos Moedas, ES nevndarlimur innan gransking.
Tilgongdin hjá ES at gera serstakar avtalur við triðja lond um øki, ið ikki frammanundan eru fevnd av einum formligum samstarvskarmi við ES, er rættiliga tung og drúgv.
“Eg fegnist tí um, at sáttmálin við ES um gransking og innovatión nú er undirritaður. Hann kemur í gildi beinanvegin, við afturvirkandi gildi frá 1. januar 2014” sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
Granskingarskráin Horizon 2020 hevur sum mál at fremja og stuðla dygdargóðari evropeiskari gransking, og harvið skapa vøkstur og nýggj arbeiðspláss. Brýr skulu byggjast millum gransking, nýskapan og framleiðslu, og stórur dentur verður lagdur á samstarv millum granskingarumhvørvi og vinnu. Umframt stuðul til gransking, veitir nýggja granskingarskráin eisini stuðul til nýskapan og til menning av nýggjari tøkni.
Føroyar hava síðani 2010 havt sáttmála við ES um granskingarsamstarv, kallað FP7 (Seventh Framework Programme), ið fevndi um tíðarskeiðið 2007 til 2013. Horizon 2020 er framhald og víðari menning av granskingarsamstarvinum. Horozon 2020 fevnir um tíðarskeiðið 2014-2020.
Sáttmálin millum Føroyar og ES er gjørdur í samstarvi millum Mentamálaráðið, Granskingarráðið og Uttanríkistænastuna á Løgmansskrivstovuni. Føroyska sendistovan í Brüssel hevur staðið fyri samráðingunum við ES.
Tað er Granskingarráðið, sum er bindilið millum Føroyar og ES í granskingarsamstarvinum. Til ber at lesa meira um Horizon 2020 her
Røðurnar og undirskrivingin av sáttmálanum vóru filmaðar og kunnu síggjast her