da0e5bcf03d05bb4a3b05532611b6598.png
Skriva út
Lagt út: 27.04.2015

Fundurin um flytføri í Horizon 2020 er útsettur

Fundurin, sum skuldi verið í morgin 28. apríl, er avlýstur og verður ásettur seinni.

Vegna ráðstevnu um grønan vøkstur, sum Fróðskaparsetur Føroya skipar fyri í dag og í morgin, 27. og 28. apríl 2015, verður fundurin hjá Granskingarráðnum um flytføri í Horizon 2020 útsettur.

Les um ráðstevnuna hjá Fróðskaparsetrinum her

Nýggj fundartíð verður ásett skjótast til ber.


Marie Skłodowska-Curie actions

Flytføriskipanin gongur undir heitinum Marie Skłodowska-Curie actions og er sostatt uppkallað eftir víðagitnu kvinnuni úr Póllandi, sum vann tvær Nobel virðislønir fyri sína gransking í geislavirkni.   

Marie Skłodowska-Curie actions veitir stuðul til granskarar á allari yrkisleiðini uttan mun til tjóðskap. Granskarar innan øll fakøki kunnu søkja um stuðul. Stuðul verður eisini veittur til ídnaðar ph.d og onnur útbúgvingarnetverk, sum menna starvs- og yrkismøguleikarnar.

Á fundinum verður farið ígjøgnum útboðini og møguleikarnar í flytføriskipanini.

Fundurin er avgjørt ætlaður at kveikja áhugan at royna lívsleið sum granskari og kann tí vera viðkomandi hjá lesandi á Setrinum og miðnámsskúlanæmingum. Fundurin er almennur og øll eru vælkomin.