Horizon 2020 skráin samtykt í ES-tinginum
ES-tingið samtykti hósdagin 21. november nýggju rammuskránna Horizon 2020, sum er stuðulsskipan til gransking og menning í tíðarskeiðnum 2014-2020. Samlaða fíggjarætlanin uppá 70.2 milliardir evrur, sum svara til góðar 520 milliardir krónur (í 2011 tølum), er eisini samtykt. ES-tingið gjørdi nakrar broytingar í mun til uppskotið fyri at styrkja stuðulin til smáar fyritøkur, fyri at draga fleiri fólk til gransking og fáa fleiri granskarar at brúka skipanina og eisini valdi ES-tingið at oyramerkja fígging til gransking í varandi orkukeldum.
"Eftir drúgvar tingingar og gott arbeiðið frá mínum starvsfeløgum, samtyktu vit loksins Horizon 2020 pakkan í dag. Eg eri sera fegin um úrslitið, sum er rokkið. Hetta fer at fremja vísindaliga góðsku í Evropa, styrkja okkara íðnaðarligu leiðslu og stuðla smáum og meðalstórum fyritøkum við eini samlaðari fíggjarætlan uppá góðar 70 milliardir evrur, “ segði Amalia Sartori úr Italia. Hon er forkvinna fyri íðnaðar og granskingarnevndina hjá ES-tinginum og samráðingarleiðari vegna ES-tingið í sambandi við lógarpakkan, sum varð samtyktur hósdagin..
Horizon 2020 skráin byggir á tríggjar súlur:
* Samfelagsligar avbjóðingar (fevnir m.a. um íløgur í verkætlanir innan økini heilsa, orka, flutningur, veðurlagsátøk, frælsi og trygd)
* Vísindi í heimsflokki (fevnir m.a. um stuðul til framúrskarandi granskarar og íløgur í framtíðar tøkni og venjing fyri granskarar)
* Íðnaðarliga leiðslu ( fevnir m.a. um íløgur í biotøkni og rúmdartøkni, atgongd til váðafúsa fígging og stuðul til nýskapan í smáum fyritøkum)
Fíggjarætlanin og næstu stigini
Samlaða fíggjarætlanin fyri 2014-2020 er70.2 milliardir evrur í 2011 tølum. ES hevur avgjørt at brúka 2011 tøl fyri at tað skal bera til at samanbera virði tvørturumár og rammuskráir. Av samlagu fíggjarætlanini eru sett 39% av til Samfelagsligar avbjóðingar, 32% til Vísindi í heimsflokki og 22% til Íðnaðarliga leiðslu. Ein neyvari útgreining sæst her
Eftir samtyktina í ES-tinginum skal Horizon 2020 formliga góðkennast av ES-limalondunum eisini, hetta hendir komandi vikurnar. Fyrstu útboðini verða kunngjørd 11. desember og skráin tekur formliga við 1. januar 2014.
Føroyingar kunnu eisini søkja stuðul
Fyri londini, sum ikki eru limir í ES ella EFTA er neyðugt við formligum samráðingum fyri at sleppa at luttaka í Horizon 2020. Sjøtul verður settur á samráðingar um føroyska luttøku í Horizon 2020 áðrenn jól, og roknað verður við, at ein avtala kann fáast í lag tíðliga í 2014. Føroyingar kunnu søkja um stuðul frá fyrsta degi, hóast avtala ikki er undirskrivað enn.