Um norsku luttøkuna í Horizon 2020
Í norska tíðarritinum ‘Forskningspolitikk’ er samrøða við Erik Yssen, sum síðan 2010 hevur verið umboð hjá norska granskingarráðnum á norsku sendistovuni í Brussel. Hann hevur fylgt politisku gongdini í Brussel og menningini av Horizon 2020.
Erik Yssen metir, at Norra hevur havt ójavna ávirkan á menningina av granskingarpolitikkinum í Evropa. Hann sigur tó, at einki er at ivast í, at størsta ávirkanin hevur verið innan hav- og sjóvinnugransking, sum Norra byrjaði at seta fokus á í 2004 og sum í Horizon 2020 verður raðfest á høgum støði. Norra hevur m.a. verið stigtakari til felags útboðið JPI Oceans og hevur eisini havt stóra ávirkan á karmarnar fyri yvirskipaða granskingarpolitikkin hjá limalondunum.
Til ber at taka niður ‘Forskningspolitikk’ ella at lesa samrøðuna við Erik Yssen her