ITN netverk hevur prógvað tyngdarkraftarbylgjur
Slóðbrótandi gransking hevur prógvað ástøði hjá Einstein um tyngdarkraftarbylgjur. Verkætlanin handan hesa stórfingnu uppdaging ber heitið ‘GraWIToN project’ og hevur fingið stuðul úr FP7, sum er granskingarskráin hjá ES frammanundan Horizon 2020. Talan er um Initial Training Network, sum verður boðið út í flytføri skipanini, Marie Curie Actions.
Verkætlanin stuðlar 14 ungum granskarum , sum hava greinað dátur og ment neyðuga tøkni til hetta vísindaliga gjøgnumbrot. Granskararnir eru starvssettir við granskingarstovnar í Frankaríki, Týsklandi, Italia og Stóra Bretlandi.
Tyngdarkraftarbylgjurnar vóru staðfestar á tveimum stjørnukanningarstøðum í USA. Altjóða granskingarsamstarvið er kent undir navninum LIGO (Laser Interferometer Gravitational-wave Observatory) og fevnir um fleiri enn 1000 granskarar frá 15 londum, og har luttaka fleiri enn 90 universitet og granskingarstovnar.
Les meira um GraWITon verkætlanina her
Les tíðindaskriv frá ES kommissiónini her
Tíðindi hjá BBC eru her