864d42b7273ce419c73eedda4659e2e6.jpg
Skriva út
Lagt út: 19.03.2012

Flúgvandi ferðafólk leggja mest eftir seg

Ferðafólk, ið koma til Noregs við flogfari, leggja tvífalt so nógvan pening eftir seg enn ferðafólk, ið koma til Noregs við ferðamannaskipum.

Tað eru tey ferðafólkini, ið annaðhvørt koma til Noregs við bili ella flogfari, ið leggja mest av peningi eftir seg og ikki ferðafólk við ferðamannaskipum ella ferðafólk við bussum.

Tað vísa tølini frá granskingarverkætlanini "Tourism yield", ið fleiri granskingartoymir á norska hotelháskúlanum hava gjørt.

Norska graskingarráðið stuðlar verkætlanini, ið fór í gongd í 2009. Granskingarráðið vil við hesi verkætlan finna fram til, hvørji ferðafólk, ið leggja mest av peningi eftir seg.

Granskararnir gjørdu eina forkanning við 3500 ferðafólkum í teimum fýra “vestlandsfylkene”, og á leið 1000 teirra vórðu spurd aftur umvegis teldupost.

Árið eftir blivu 700 spurnarbløð svarað av vitjandi í Fjord-Norge.

Hetta arbeiðið stóð Gorm Kipperberg, lektari, á odda fyri, og tað gav stórt tilfeingi av dátutilfari. Nú eru tær fyrstu greiningarnar lidnar.

Satsa uppá ferðamannaskip?
Tey, sum tóku lut í kanningunum, kunnu bólkast eftir, um tey eru komin til Noregs við flogfari, toki, bussi ella ferðamannaskipi. Ferðafólk, ið eru komin til Noregs við ferðamannaskipi ella bussi, eru tey ið leggja minst pening eftir seg.

Fyri hvørjar 100 kr. eitt ferðafólk á ferðamannaskipi leggur eftir seg, leggur ein tokferðandi 278 kr. eftir seg. Tey, ið koma til Noregs í egnum bili, brúka 280 kr. fyri hvørjar 100 kr. ið ferðafólk við ferðamannaskipum brúka. Og tey, sum flúgva, leggja mest eftir seg. Tey brúka 285 kr. í mun til tær 100 kr., ið ferðafólk við ferðamannaskipum leggja eftir seg.

Ferðafólk, ið koma til Noregs við flogfari leggja 185 prosent meir eftir seg enn ferðafólk, ið koma til Noregs við ferðamannaskipum.

– Hetta eru fyribils kanningar, tí kunnu vit ikki vera so avgjørd. Men vísir hetta seg at vera satt, so eiga vit at hugsa okkum væl um, áðrenn vit brúka alt ov nógvan pening uppá infrakervi til ferðamannaskip.

– Tá tílíkar avgerðir skulu takast, eru tað nógv ymisk viðurskiftir, ið eiga at verða kannað. Tá er tílík faktavitan týdningarmikil, sigur Truls Engstøm, leiðari á norska hotelháskúlanum.

Hotell og smáttur eru ovast á listanum
Kanningin hevur eisini bólkað tey ferðandi eftir, hvussu tey gista, meðan tey eru í Noregi. Tá eru tað kampingferðafólk, ið leggja minst av pening eftir seg. Hesin bólkurin av ferðafólki brúkar enntá minni pening enn tey ferðafólk, ið gista hjá familju ella vinum.

Ferðafólk, ið gista á “bed & breakfast” ella á gistingarhúsum oysla heldur ikki við peningi, og tey brúka einans marginalt meir enn tey, ið gista privat.

Ferðafólk, ið gista á hotel ella í smáttum leggja harafturímóti mest pening eftir seg. Hesin bólkur av ferðaferðafólki leggur 132 prosent meiri pening eftir seg enn ferðafólk, ið gista privat.

Flest frá Hollandi
Tað er eisini stórur munur á, hvør tjóðskapur leggur mest eftir seg. Ferðafólk frá Norður-Amerika eru ovast á listanum við 778 kr. um dagin. Eysturevropearar leggja minst eftir seg.

Samanlagt er tað tó Holland og Asia, ið økja um búskapin innan ferðavinnu í Noregi.

Dáturnar taka støði í, hvussu nógvan pening ferðafólkini sjálvi siga seg brúka hvønn dag.

Upphæddirnar umfata allar gistingar, ferðir og onnur keyp, sum er framd og goldin í Noregi. Øll tey spurdu eru ferðandi frá útlondum.

Kelda: http: www.forskning.no