390a5bfb02f740de28908e8a49e705f0.JPG
Skriva út
Lagt út: 18.11.2015

Nysgjerrigper 4/2015 komið

Fjórða og seinasta útgávan í ár av Nysgjerrigper, norska vísindablaðnum fyri børn, er komin,

Greinarnar hesaferð eru mest um djór. Millum annað er grein um málið hjá kettum og kúm og ein granskara, sum tulkar kettumál. Ein grein er um, hvussu granskarar royna at fáa tenn at lekja seg sjálvar, so tað ikki er neyðugt at bora. Eisini er grein um, hvat hendir við kroppinum úti í rúmdini.

Sum vant eru eisini plakatir, uppskriftir til ymsar royndir, krossorð og annað í blaðnum.

Tað er Norges Forskningsråd, sum gevur Nysgjerrigper út. Granskingarráðið fær blaðið ókeypis og sendir tað til allar fólkaskúlar í Føroyum, har tað flestu staðni er at finna á bókasavninum. Er tað onkur skúli, sum saknar blaðið, ber til at venda sær til okkara á gransking@gransking.fo

Til ber eisini at taka hesa og undanfarnar útgávur av blaðnum niður her