Russiskir granskarar mótmæla innrásini í Ukraina
Altjóða fordømingin av innrásini í Ukraina hevur longu rakt fleiri granskingarverkætlanir. Millum annað er stóra ætlanin um altjóða rúmdarstøðina ISS og samstarvið við evropeiskar myndugleikar um at senda eitt rúmdarakfar til mars í vanda orsakað av støðuni.
Nærum 7000 russiskir granskarar og vísindamiðlafólk hava skrivað undir mótmælisskriv ímóti hernaðarinnrásini í Ukraina. Í skrivinum vísa tey á, at tað ber ikki til at vera ein stór vísindatjóð í verandi støðu og at ukrainskir granskarar eru nærmastu starvsfelagar.
Tey, sum hava skrivað undir mótmælisskrivið, kunnu vænta at fáa bót ella fongsul, tí russisku myndugleikarnir hava sett í gildi lóggávu, sum ger tað lættari at fara eftir andstøðurøddum í landinum.
Eisini tíðarritið Science Business viðger støðuna hjá vísindafólki eftir innrásina í Ukraina. Fleiri evropeisk lond og ES nevndin hava longu slitið sambandið við Russland og í tíðarritinum verður greitt frá avleiðingunum av hesum.
Týskland hevur boðað frá, at hetta ikki merkir, at týskir og russiskir granskarar ikki skulu tosa saman. Heldur tvørturímóti. Týsk vísindafólk verða eggjaði til at halda sambandið við russisku samstarvsfelagarnar, hóast stóru samstarvsverkætlanirnar steðga, sum svar uppá innrásina.
Science Business skrivar eisini um avleiðingar fyri samstarv um Horizon og um russisk lesandi á universitetum í Evropa, har tað verður avsannað, at hesi verða burturvíst.
Keldur:
EUreporter