65e9577cae2be78c4d28d3af97a86c98.JPG
Skriva út
Lagt út: 10.09.2015

Nysgjerrigper 3/2015 og eykablað komið

Triðja útgávan í ár av Nysgjerrigper, norska vísindablaðnum fyri børn, er komin, hesaferð við einum eykablaðið, har evnið er matur.

Greinarnar hesaferð eru mest um djór og um mat.  Millum annað ber til at lesa um 9 ára gamla Andreas, sum ansar bium. Sum vant eru eisini plakatir, uppskriftir til ymsar royndir, krossorð og annað í blaðnum.

Tað er Norges Forskningsråd, sum gevur Nysgjerrigper út. Granskingarráðið fær blaðið ókeypis og sendir tað til allar fólkaskúlar í Føroyum, har tað flestu staðni er at finna á bókasavninum. Er tað onkur skúli, sum saknar blaðið, ber til at venda sær til okkara á gransking@gransking.fo

Til ber eisini at taka hesa og undanfarnar útgávur av blaðnum niður her