47711e5d89167d0723f910ba4e063874.jpg
Skriva út
Lagt út: 12.03.2013

Norska stjórnin vil hava langar linjur

Norska stjórnin setir sær stór mál fyri gransking komandi árini. Stjórnin hevur lagt eitt uppskot um eina langtíðar granskingarætlan fyri Stórtingið, sum ber heitið “Lange linjer – kunnskap gir muligheter”.

Norski forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg, brúkti stór orð, tá hann kunnaði um ætlanina á einum fundi á Lærda Háskúlanum í Bergen fríggjadagin.

- Eg lovi tykkum fleiri pengar! Hvussu nógvar koma vit aftur til, segði hann.Uppskotið, ið Stórtingið nú fer at viðgera, fevnir um eina 10 ára langtíðarfíggjarætlan fyri gransking, ið skal geva granskingarstovnunum tryggar karmar at virka undir.

-Tit hava biðið um langtíðarætlanir, og tað fáa tit nú, segði Jens Stoltenberg á fundinum í Bergen.

Nýggjar granskingarætlanir skulu sambært uppskotinum gerast fjórða hvørt ár, sum langtíðarætlanin skal lagast til, um tørvur er á tí. Tað fer at gera granskingarætlanirnar meira ítøkiligar og meira sjónligar í politiska rúminum, skrivar Norska Universitetsavisa.

Granskingarstovnarnir verða bodnir við at gera fyrstu langtíðarætlanina, sum skal koma í gildi á heysti 2014.

Á fundinum á Lærda Háskúlanum í Bergen boðaði norski vitanarmálaráðharrin, Kristin Halvorsen, frá, at stjórnin fer at endurskoða fíggingina av universitetum og øðrum granskingarstovnum.

-Endamálið er at lyfta norska gransking upp á eitt hægri støði. Ætlanin leggur eisini stóran dent á undirvísing, og málið er, at hvør einasti bachelorlesandi skal taka sín part av gransking við sær út i samfelagið, segði hon.

Nýggja granskingarætlanin skal eisini eggja granskingaráhugan í almenna geiranum, serliga á heilsu- og røktarøkinum. Almenn ph.d.-størv skulu skipast, ið byggja á royndirnar við vinnuligum ph.d.-størvum.

Norska stjórnin ætlar eisini at styrkja um granskingina við at seta fleiri nýggjar granskarar í starv.Vitanarmálaráðharrin skjýtur upp, at 300 granskarar verða settir í tíðaravmarkaði størv við møguleika fyri føstum starvi eftir 4-6 árum.

Nýggja norska granskingarætlanin er 169 síður long við viðmerkingum. Hon verður nú viðgjørd í nevndum í Stórtinginum og verður síðani løgd fram til orðaskifti.

Uppskotið kann lesast her

Kelda: Universitetsavisa  

Til ber eisini at lesa um málið á forskning.no 

Mynd: NETT-TV